Vit eru í finaluni!
Eftir uppibornan 1-0 sigur á útivølli ímóti HB í seinnu hálvfinaluni, hava okkara menn vunnið sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður leikt á Tórsvølli 29. august. Fyrra dystin vunnu vit 1-0 í Runavík fyri 14 døgum síðani.
Okkara lið var í dag soleiðis mannað: Gango, Johan, Per, Monrad, Einar, Pól Jóhannus, Haraldur, Árni, Jónhard, Jonleif og Klæmint.
Dysturin byrjaði lívliga frá okkara síðu. Við sigrinum í fyrra dystinum í viðførinum hevði onkur kanska væntað, at okkara menn fóru at leggja seg aftur at verja leiðsluna, men so varð ikki. Okkara menn vóru vandamiklari enn HB í byrjanini, og var Klæmint nær við tíðliga í dystinum. Eisini Jonleif og Pól Jóhannus høvdu góðar royndir í fyrra hálvleiki. Teir reyðu og svørtu komu tó betur fyri seg, sum fyrri hálvleikur leið, og vóru eisini sera nær við at leggja seg á odda, tá Arnbjørn Hansen skallaði bóltin á stongina. Eisini hevði Gango eina frálíka bjarging í fyrra hálvleiki, tá hann á meistarligan hátt vardi fyri í tveimum umførum. Tá farið varð til hálvleiks var støðan framvegis 0-0, sum eisini samlað sæð var á góðari leið. Við hesi støðu var NSÍ í finaluni.
Tey, sum væntaðu, at HB fór at trýsta NSÍ í botn í seinna hálvleiki, fóru av álvara skeiv. Tað var NSÍ, sum var vandamiklari, og í fleiri umførum vóru vit um reppið at fáa týðandi útivallarmálið, sum hevði viðført, at HB skuldi fáa trý mál fyri at koma í finaluna. Við liðskiparanum, Klæmint, á odda bardust allir okkara leikarar, sum úlvar á skóg. Tá menn fóru at troyttast, gjørdu vit nakrar skiftingar, og serliga var fagnaðurin á viðhaldsfólkunum hjá NSÍ stórur, tá Hákun kom á vøllin eftir at hava verið uttanfyri við skaða í seks dystir. Eisini Andras og Jann Martin komu á vøllin og stóðu allir tríggir seg væl.
Avgerandi løtan kom, tá 80 minuttir vóru leiktir. Jonleif brýtir hegnisliga ígjøgnum í vinstra borði og leggur væl innfyri við vinstra beini. Bólturin fer framvið Klæminti og HBverjuni og yvir til Árna, sum stendur einsamallur við aftaru stong eini 10 metrar frá málinum. Nýggi føroyski landsliðsleikarin knallar bóltin í kassan uttan nakran møguleika hjá Teiti í HBmálinum at gera nakað við skotið. Stór frøi á stóru viðhaldsfjøldini hjá NSÍ, sum væl og virðiliga yvirmannaði fjøldina hjá heimaliðnum, tí nú var at kalla greitt, at NSÍ kom í finaluna. Soleiðis bleiv eisini, tí okkara menn høvdu restina av dystinum fult tamarhald á støðuni, og fyrsta finalan í ellivu ár var veruleiki.
Vit fara nú at hugsa um landskappingina og Euro League komandi vikurnar, men kunnu samstundis gleða okkum til 29. august, tá vit øll fara at mála høvuðsstaðin gulan.
Saman standa vit sterk !
Skrivað: Helgi L. Petersen
Myndir: Birita Hansen