Leikarin: Árni

Navn:
Árni Frederiksberg

Føddur:
13.06.92

Hagtøl hjá Árna á faroesoccer.com

Stað á vøllinum?
Vongur

Høgra ella vinstra bein?
Helst vinstra. Men dugi annars eitt sindur betur enn Einar við høgra beini.

Hvat vilt tú vera kendur fyri á vøllinum?
At vera sum Balotelli – altso tað ringa við honum.

Títt fyrsta fótbóltsminni?
Tað er, at eg jongleri í køkinum, meðan eg ramsi allar United spælararnar upp. Eg haldi annars sjálvur við Liverpool.

Føroya besti leikari?
Árni Frederiksberg – altso tað góða við honum.

Heimsins besti leikari?
Messi

Yndislið í Premier League?
Liverpool

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við?
Tað er ein hørð kapping millum Jens Martin Knudsen og Sjúrður Jacobsen

Harðast undir venjing?
Jónhard Frederiksberg

Best at eta áðrenn dyst?
Havragrýn 3 tímar áðrenn dyst

Yndis matur?
Kalva við mjólkasós

Yndis grønmeti?
Gularót

Yndis sodavatn?
Coca Cola

Te ella kaffi?
Kaffi

Besta drúss á kramarísin?
Ein stóran lítlan ís í bleytari vaflu, vanligt drúss i botnin og eitt sindur á kantinum á vafluni og annars omaná (so fær man ein stóran ís og betalur fyri ein lítlan).

Starv?
Eg arbeiði í Eik og taki AFR við síðuna av.

Yndis lærugrein í skúlanum?
Rokning

Frítíðarítriv?
Havi einki annað ítrív enn fótbólt, jú kanska at hølva Jóhan Jacobsen av í FIFA.

Yndis tónleikur?
Country

Yndis sjónvarpssending?
Suits

Seinasti filmurin tú sá?
The Notebook

Yndis teknifilmur?
Johnny Bravo

Hevur tú nakra damu?
Ja, Ásu.

Hvar dámar tær at ferðast?
Til støð, sum hava tey trý s’ini: sól, summar og svimjihyljar.

Dugir tú at binda slipsaknút?
Ja, og eg dugi eisini at binda eina butterfly, um tað skal vera.

Um tú vart eitt djór, hvat djór vart tú so?
Ein pylsuhundur

Um tú skuldi gjørt eina aðra ítróttagrein, hvør skuldi hon so verið?
Amerikanskan fótbolt – quarterback (Árni sigur QB, men er nokk meiri upplagdur sum Wide Receiver)

Hvør sjónleikari skuldi spælt teg, um ein filmur varð gjørdur um títt lív?
Sylvester Stallone

Myndir: Birita Hansen

Líknandi tíðindi