Eg trúgvi upp á meg sjálvan


Hesa áhugaverdu greinina hevur Áki Leitisstein Hansen skrivað fyri Áarósan – blaðið hjá Føroyingafelagnum í Århus. Heri Hansen Nesá spældi fleiri ár við ungdómsliðum hjá NSÍ. Vit takka Áka fyri loyvi at endurgeva greinina her á síðuni.

Århus-profilur:
Heri Hansen Nesá kom til Århus við ætlanini um at menna seg sum fótbóltsleikara. Býarfelagið AGF hevur ment fleiri dugnaligar fótbóltsleikarar, sum í dag mynda Superliga-liðið. Hóast Heri framvegis ongan sáttmála hevur fingið eftir tvey ár, so trýr hann framvegis upp á síni fótbóltsevni. Áarósin hevur áður varpað ljós á Hera og hansara ætlanir um at gerast yrkisleikari. Vit hava tískil loddað dýpið fyri at vita, hvussu tað gongst unga fuglfirðinginum.

„Eg vil gera alt fyri at blíva yrkisfótbóltsleikari, tí at mær dámar so væl fótbólt. Eg arbeiði hart hvønn dag, so eg vónandi ein dag kann uppliva tað at verða ein yrkisfótbóltsleikari, tí hetta er tað, eg brenni fyri“.

Orðini eigur 19 ára gamli Heri Hansen Nesá, ið seinastu tvey árini hevur búleikast í Århus og spælt við býarfelagnum AGF. Hann leikar í løtuni við eykaliðnum fyri at læra og menna seg, men hóast hetta, hevur hann framvegis ikki fingið sáttmála, og hendir okkurt ikki innan stutta tíð, má hann hyggja seg umkring og finna útav, hvat er frægast fyri hann og hansara menning. Hetta kemur dátt við, tí Heri trívist ógvuliga væl í felagnum.

„Felagið hevur altíð verið kent fyri at hava uppfostrað nógvar góðar leikarar. Tí er tað øgiliga heppið, at eg sleppi at venja undir tílíkum umstøðum. Felagið og viðleikararnir eru við til at styrkja meg bæði á og uttan fyri vøllin. Tað sigur bara, at teir hava vilja til at hjálpa, so at teirra leikarar trívast“, sigur Heri, ið fyri stuttum er komin aftur frá ferð við føroyska U-21 landsliðnum, har teir leiktu tveir dystir móti ávikavist Russlandi og Rumenia.

Arbeiðsvilji
Tað er eingin loyna, at fleiri føroyskir leikarar, ið hava roynt seg uttanlands, hava ikki megnað at sligið ígjøgnum og tískil eru endaðir aftur í føroyskum fótbólti. Dømini eru fleiri, men hetta nervar ikki Hera. Spurdur, um hann sjálvur væntar, at hann kann sláa ígjøgnum í AGF, svarar hann:

„Tað verður øgiliga torført, og tað hevur tað verið frá byrjan av. Tað ger tað heldur ikki lættari, at AGF er millum bestu liðini í landinum í løtuni. Hetta ger bara, at tað krevst enn og meiri arbeiðsvilji frá mínari síðu, men so leingi eg ikki hava sáttmála, so vil eg altíð vera aftan fyri eina røð av leikarum, ið eru sáttmálabundnir“, greiðir Heri frá, ið kortini heldur, at hann framvegis hevur tíðina fyri sær, og hann tískil skal menna seg so nógv sum gjørligt.

Tíðin í AGF hevur ikki einans verið ein langur dansur á reyðum rósum, tí í byrjanini hevði Hera stórar trupulleikar við skaðum, ið oyðiløgdu snøgt sagt fyrsta árið, og hann fekk ongantíð stabilitet í sítt spæl.

Sáttmálatrupulleikar
Ein av grundunum til, at Heri framvegis gongur uttan sáttmála, er helst, at hann fyrsta árið ongantíð var skaðafríður.

„Tá ið man hevur verið úti í eitt heilt ár, tekur tað tíð at finna formin, sum man var í áðrenn. Nú havi eg verið skaðafríður seinastu tíðina, og eg nærkist toppforminum, og eg skilji tískil væl, at felagið ikki hevur viljað skrivað sáttmála við meg. Eg haldi ikki sjálvur, eg havi víst mína bestu síðu enn, og tí má eg veruliga spenna meg út fyri at fáa sáttmálan, eg havi bíðað eftir“.

Flestu føroysku leikararnir, ið velja at royna eydnuna uttan fyri føroysku klettarnar, hava næstan allir ein umboðsmann at umboða teir og fáa tískil góða ráðgeving, men soleiðis er ikki við Hera. Hann fekk sjálvur samband við AGF, tá ið hann hitti táverandi venjaran til eina kapping við føroyska U-19 landsliðnum.

„Eg haldi sjálvur, eg valdi rætt, tá ið eg fór, og tað haldi eg framvegis. Tað vóru onnur feløg, sum eg kundi valt fram um AGF, men eg tók kjansin í AGF, og tað eri eg sera glaður fyri“, sigur Heri við einum smíli.

Leggjast kann afturat, at táverandi venjarin æt Henrik Pedersen, og hann er nú ungdómsvenjari í eysturríska stórfelagnum Red Bull Salzburg, ið hevur fyrrverandi hollendska stórspælaran Huub Stevens til høvuðsvenjara.

Málrættaður
„Um eg ikki helt, at eg yvirhøvur eri góður nokk at spæla á høgum støði, so hevði eg aldrin spælt fótbólt. Tað er tí, eg brúki nógva tíð á vøllinum, og tað er tí, eg vil menna meg fyri hvønn“, sigur ein sera málrættaður Heri, tá ið hann fær spurningin, um hann sjálvur heldur, at hann er nóg góður at spæla á høgum støði.

„Eg hevði ikki sloppið at spælt í AGF, um onnur ikki hildu, at eg var nóg góður til at spæla á hægsta støði“, leggur Heri afturat.

Hann lýsir seg sjálvan sum róligan, málrættaðan og viljasterkan. Viljasterkur noyðist Heri at vera, tí hann verður trýstur til at vísa sína góðu síðu til hvønn dyst, tá ið kappingin um plássini er hørð.

„Leikararnir eru allir á nøkulunda sama støði, og tískil eru nógvir um boði til fyrstu 11 plássini, so eg má vera viljasterkur og vísa mína bestu síðu til hvørja venjing og hvønn dyst. Eg havi mínar styrkir og veikleikar, og soleiðis er við øllum leikarunum . Nakrir fáa longri snór, tí teir eru sáttmálabundnir, men vit verða allir javnt vigaðir, og vit verða allir viðfarnir eins. Eg trúgvi upp á meg sjálvan“, eru seinastu orðini hjá Hera Hansen Nesá, ið, eins og fleiri aðrir ungir leikarar, hevur ein dreym um at spæla í onkrari av teimum stóru evropeisku deildunum.

Um Hera
Navn: Heri Hansen Nesá
Aldur: 19 ár
Føðingardagur: 07.01.1990
Felag: AGF (eykaliðið og U-19)
Fyrrverandi feløg: ÍF og NSÍ

Hartarbeiðandi, álítandi og málrættaður
Høvuðsvenjarin á U-19 liðnum hjá AGF, Carsten Karkov, er sera fegin um at hava ein leikara sum Hera Hansen Nesá á liðnum, og hann hevur alt gott at bera honum. Kortini heldur hann, at Heri í verandi stund ikki hevur fótbóltsevnini til at spæla á hægsta stigi

“Eg eri sera fegin um slagið av leikarum, ið Heri umboðar – tann hartarbeiðandi og álítandi leikarin. Heri setur fyrst og fremst liðið fram um seg sjálvan, og tað eru fleiri leikarar, ið kunnu læra av hesum”.

Orðini eigur Carsten Karkov, ið er venjari hjá U-19 liðnum hjá AGF og hevur tískil eisini ábyrgdina av Hera Hansen Nesá, ið seinastu tvey árini hevur verið partur av ungdómsarbeiðnum í felagnum. Carsten Karkov er ógvuliga fegin um at arbeiða saman við Hera, og hann heldur, at Heri hevur viljan til at náa teimum málum, hann ásetur sær.

“Hetta vil føra hann langt”, sigur Carsten Karkov, tá ið Áarósin hitti hann eftir venjing ein kaldan mikumorgun í oktober.

Manglar X-Factor
Tá ið Carsten Karkov sigur, at Heri hevur viljan til at náa teimum málum, hann ásetur sær, vil hann kortini ikki siga, at tað verður innan fótbóltsheimin, at hesin viljin fer at føra hann langt.

“Eg eri kortini í iva, um tað verður á hægsta fótbóltsstøði, at Heri fer at gera gagn av  sínum eginleikum. Hann manglar eitt sindur av X-Factor. Tað skal skiljast soleiðis, at hann manglar serførleikar, sum fótbóltsleikarar eru noyddir at hava, tá ið vit snakka um at náa upp á hægsta fótbóltsstøði. Fyri at nevna nøkur dømi, kann eg siga, at tað er serliga skjótleikin og bóltførleiki á smáum øki, ið darvar hansara fótbóltsspæl”, meinar Carsten Karkov, ið veit, hvat hann snakkar um. Hann er útbúgvin elituvenjari, og hevur undanfarin ár vunnið fleiri heiðursmerki við ávikavist AGF, AaB og Vejle.

Premier League – ein dreymur
Spurdur, um Heri hevur eginleikarnar at spæla á høgum støði, metir Carsten Karskov, at Heri í verandi stund ikki hevur tað, ið skal til fyri at náa barnsdómsdreyminum, ið nokk allir leikarar hava: At spæla í ensku Premier League. Tað sigur hann við tað, at hann vísir aftur á opinfyristandandi sitat. Carsten Karkov vil kortini ikki avvísa, at Heri eina ferð kanska fer at spæla á hægsta støðinum í Danmark, tí hann sum persónur er málrættaður og berjist fyri tí, hann fæst við.

”Skal eg lýsa Hera við trimum orðum, so er hann ein hartarbeiðandi, álítandi og málrættaður fótbóltsleikari, ið eg ynski alt tað besta”, eru seinastu orðini hjá Carsten Karkov.

Orð og myndir: Áki Leitisstein Hansen

[nggallery id=22]

Líknandi tíðindi