NSÍ landsliðsleikararnir komnir til Newcastle

Sum kunnugt skulu U-15, U-17 og U-19 landsliðini á venjingarlegu í Newcastle í komandi viku. Ferðalagið fór úr Føroyum í dag kl 11.45 og lendu á flogvøllinum í Newcastle kl 13.30. Dreingirnir byrja fyrstu venjingina í dag kl 16.00. Eftir eina góða máltíð verður farið at hyggja eftir HM finaluni. Heimasíðan hjá NSÌ er við á ferðina og tóku vit…

KRISTIAN OG ÁRNI Á U-19 LANDSLIÐIÐ

Abraham Løkin og Eli Hentze hava úttikið tveir av okkara evnaríku unglingum, Kristian Joensen og Àrna Frederiksberg til Føroyska U19 landsliðið hjá monnum, sum í juli skal til Newcastle á venjingarlegu. Kristian er 17 ár og er málverji hjá unglingunum, 1 deild og eykamálmaður á Vodafoneliðnum. Hann er ein sera evnaríkur málmaður sum um ikki so langa…

Unglingar steypavinnarar 2010

Ì kvøld kl 19.30 varð finalan í steypakappingini hjá unglingum leikt í Leirvík. Dysturin var millum NSÌ og KÌ. Fótbóltslíkindini vóru frálík og fitt av áskoðarum bæði úr Runavík og Klaksvík høvdu leitað sær til Leirvíkar í góðveðrinum. Tað var NSÌ sum kom best frá byrjan. Ì 7 min fær NSÌ fríspark nakað framman fyri…

EYSTANSTEVNAN 2010: LIÐMYNDIR YNGRU LIÐINI

Her eru liðmyndir sum myndamaður okkara Adrian Dalsá tók a Eystanstevnuni í gjár.    Smápiltar B: Aftast frá vinstru: Asfinn Sigvardsen (venjari), Brandur ?, Beinir Rasmussen, Dánjal Danielsen, Jógvan Sigvardsen (venjari) Fremst frá vinstru: Dávid, Jákup, Sølvi, Martin Danielsen   Piltar B Aftast frá vinstru: Mourits Heini, Ingolvur, David, Birgir, Harry venjari Fremst frá vinstru;…

Tríggir NSÍ-arar á u-15 landsliðið

Mathias Davidsen og Eli Hentze landsliðsvenjarar hava úttikið tríggjar av okkara evnaríku smádreingjum á U-15 landsliðið, sum skal á venjingarlegu í Newcastle og á Aberdeen International Football Festival 11.-25. juli. Leikararnir eru Leivur Højgaard (f. 1996), Betuel Hansen (f. 1997) og Meinhard Olsen (f. 1997). Leivur var eisini við á U-15 liðnum í fjør. Leivur…

1. Deild: NSÍ-B68 1-0

NSÍ og B68 møttust í fyrstudeildardysti við Løkin í gjár. Fyrstudeildarliðið hjá okkum hevur yvirhøvur staðið seg væl í ár, men nógvu javnleikirnir – teir eru heili 6 í tali frá 12 dystum – hava havt við sær, at stigini ikki eru so nógv, sum tey kundu verið eftir spælinum hjá okkara dreingjum. Undan dystinum…

PILTAKAPPING Á HÁLVUM VØLLI SUNNUDAGIN KL 18.00

AB, HB, B36, NSÌ, KÌ og EB/S hava skipað eina steypakapping fyri piltar á hálvum vølli. HB og B36 luttaka við tveimum liðum, meðan hini liðini luttaka við einum liði. Kappingin verður spæld í tveimum leikstøðum í senn,har fýra lið eru á hvørjum leikstaði. Higartil eru tvey umfør leikt, á Argjum, Streymnesi, Havn og Klaksvík….