Grassroots dagur mikudagin 19. mai 2010

Grassroots dagur mikudagin 19. mai 2010
Í sambandi við at UEFA Champions League finalan er leygardagin 22. mai 2010, so hevur UEFA útnevnt vikuna upp undir finaluna til Grassroots viku. Her skal fokus setast á Grassroots fótbólt og øll limalond verða eggjað til at hava ein serligan Grassroots dag í hesi vikuni.
Grassroots fótbóltur verður lýstur sum allur fótbóltur, sum  ikki er yrkis –og/ella elitu fótbóltur. Skjótt er at staðfesta, at í Føroyum er nærum allur fótbóltur Grassroots, undantikið bestu deildirnar.
Eitt av endamálunum við Grassroots tiltøkum er, at fáa fólk at íðka og harvið røra seg. 2010 er rørsluár og eru Grassroots tiltøk góð høvi hjá Fótbóltssambandinum at geva sítt íkast til rørsluárið.
Fótbóltssambandið hevur avgjørt at Grassroots dagurin í Føroyum verður mikudagin 19. mai 2010. Tá er ætlanin at fáa so nógv fólk sum gjørligt, at spæla fótbólt í Føroyum samstundis. Hetta kann ganga fyri seg á fótbóltsvallum, sparkivallum, spæliplássum, túnum, skúlagørðum, barnagørðum, stovnum, ellisheimum, arbeiðsplássum o.s.fr. Ja samanumtikið so kann spælast á øllum hugsandi støðum. Miðað verður ímóti at so nógv íðkandi sum gjørligt eru í gongd mikudagin 19. mai í tíðarskeiðnum frá kl. 11.00 – 14.00.
Skipað verður fyri tveimum kappingum í sambandi við Grassroots dagin, bæði fyri at varpa ljós á tiltøkini, men eisini fyri at geva fyrireikarum møguleika at seta sær mál við degnum.
Kappingar á Grassroots degnum 2010:
1. Besta Grassroots myndin
a.       Myndakapping har fólk kunnu senda myndir inn til FSF. 3 tær bestu Grassroots myndirnar fáa vinning.
2. Hægsta tal av íðkandi, samanborið við íbúgvaratalið í økinum.
a.       Fyrireikarar av tiltøkum kunnu senda navnalistar inn yvir íðkandi í nevnda tíðarskeiðnum. Økið við hægsta talinum av íðkandi fær vinning.
Tá Grassroots dagurin nærkast, verður boðað frá júst hvussu kappingarnar verða skipaðar og hvussu ein kann luttaka.
Vónandi taka feløg, barnagarðar, skúlar, kommunur, stovnar, arbeiðspláss, ja øll sum yvirhøvur hava áhuga fyri fótbólti, væl í móti hesum tiltaki, so at vit kunnu fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at spæla fótbólt sama tíðspunkt.
Um tað eru einstaklingar/stovnar/virki e.l. sum eru áhugað at skipa fyri onkrum tiltaki hendan dagin, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við undirritaða, fyri at upplýsa um hetta.
Um spurningar og/ella ivamál eru, ber til at seta seg í samband við undirritaða.
Við ítróttarkvøðu
FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA
Pætur S. Clementsen

Líknandi tíðindi