Genturnar vunnu á EB/Streymi

Leygardagin 5. juni kl. 13 tók felagsliðið hjá NSÍ/B68 gentur 14-17 ímóti Eb/Streymi við Løkin. Dysturin var rættuliga javnur, men tá ið fyrri hálvleikur var hálv runnin, megnaði Nsí/B68 at leggja seg á odda við einum máli frá Mirjam F. Davidsen. Og tað var eisini hálvleiksstøðan. Seinni hálvleikur byrjaði eisini javnur. Men aftur megnaði NSÍ/B68…

MYNDIR AV YNGRU LIÐUNUM

Myndamaðurin hjá heimasíðuni Adrian Dalsá var framvið í gjár og tók liðmyndir av yngru liðunum sum spældu við Løkin í gjár. Dreingir á heilum vølli: Aftast frá v. Tráðin Petursson, Jafet Rasmussen, Oddur Højgaard, Hendrik á Fríðriksmørk, Hilmar Højgaard, Símun Petur Poulsen, Jákup Andrias Gaardbo, Pætur Høj og Tummas Eivin Hansen venjari. Fremst frá v….

NSÍ SMÁDREINGIRNIR VINNARAR AV FYRRU HÁLVU

Næstsíðsti dysturin í fyrru hálvu av landskappingini í meistarabólkinum hjá smádreingjunum, varð leiktur í gjár á Niðara Vølli í Gundadali. Talan var um toppdyst. NSÌ smádreingirnir á fyrsta plássinum høvdu undan dystinum 22 stig, meðan HB á øðrum plássi hevði 17 stig. Dysturin endaði 1-1. Nú eitt leikumfar restar so er greitt at NSÌ smádreingirnir…

Piltarnir í Fuglafirði

Í allar fagrasta veðrið fóru piltanir hjá okkum til Fuglafjarðar at spæla í móti ÍF í gjár. Vit høvdu 2 lið við, og ikki kann sigast annað enn, at tað gekk væl. Vit spældu 2 dystir móti ÍF og so ein innanhýsis dyst. Venjararnir, Christian Høgni Jacobsen (head coach) og Harry Knudsen (ass. coach), høvdu…

3. deild enn ein stórsigur

Leygarkvøldið kl 19.30 spældi NSÍ ímóti Undrinum í Gundadalið. Hettar var um somu tíð, sum flest øll sótu og hugdu at Champions League finaluni ímillum Inter og Bayern Munchen. Men tey, sum høvdu leita sær í Gundadal hettar kvøldið, fingu ein sera góðan og undirhaldandi dyst, við nógvum málum. Kanska var tað ikki sami spenningur…

Smádreingirnir í steypafinaluni

Smádreingirnir tryggjaðu sær í kvøld finalupláss í kappingini um Cadburysteypið. Hálvfinalan var leikt við Løkin, og vunnu NSÍ smádreingirnir ein tryggan 6-2 sigur á EB/Streymi. Í finaluni møta smádreingirnir HB, sum í hinari hálvfinaluni vann 5-2 á B68 í Havn. Finalan verður leikt 12. juni í Havn. Smádreingirnir eru higartil í ár ósigraðir bæði í…