NSÍ SMÁDEINGIRNIR SMURDU KÍ AV

Seinasti dysturin hjá smádreingjunum í meistarabólkinum í fyrru hálvu, varð leiktur við Løkin í morgun.

Okkara smádreingir, stutt sagt hølvaðu KÌ av. Dysturin endaði 12-0 eftir at hálvleiksstøðan var 3-0. Ì fyrru hálvu hava smádreingirnir spælt 10 dystir í landskappingini. Hava vunnið 8 dystir og leikt tveir javnir og hava 26 stig av 30 møguligum. Teir hava skotið 52 mál tapt 15 og hava sostatt eina málúrtølku uppá +37 mál. Komandi leygardag leika teir finalu í steypakappingini móti HB á niðara vølli kl 11.30. Kom og stuðla dreingjunum.

Myndamaðurin hjá heimasíðuni Adrian Dalsá tók hesa myndina av óføru smá-dreingjunum í dag.

Líknandi tíðindi