3. deild enn ein stórsigur


Leygarkvøldið kl 19.30 spældi NSÍ ímóti Undrinum í Gundadalið. Hettar var um somu tíð, sum flest øll sótu og hugdu at Champions League finaluni ímillum Inter og Bayern Munchen. Men tey, sum høvdu leita sær í Gundadal hettar kvøldið, fingu ein sera góðan og undirhaldandi dyst, við nógvum málum. Kanska var tað ikki sami spenningur um hendan dystin, men undirhaldið var í topp.

NSÍ legði bragdliga fyri og løgdu seg á odda longu í 4. minutti, og øktu síðani aftur í 10. minutti til 2-0. Hesi bæði málini skoraði Sonni L Petersen. NSÍ skoraði so 4 mál aftrat, áðrenn farið varð til hálvleiks, so hálvleikstøðan var 6-0 til NSÍ.

Seinni hálvleikur byrjaði eitt sindur rótut, og var ikki so væl spældur at byrja við, kanska NSÍ slappaði eitt sindur av. Men tá ca. 20 minuttir vóru spældir, skoraði Undrið til 6-1. Hetta gjørdi so tað, at NSÍ vaknaði aftur, síðani varð talan um flótandi fótbóltsspæl í heimsklassa, og skoraðu NSÍ 6 mál, og vunnu tískil trygt 12-1.

04. min. 0-1  Sonni L. Petersen
10. min. 0-2  Sonni L. Petersen
15. min. 0-3  Eyðstein Skipanes
20. min. 0-4  Sonni L. Petersen
25. min. 0-5  Karstin Joensen
40. min. 0-6  Helgi L. Petersen
63. min. 1-6  Dánjal M. Jensen
71. min. 1-7   Jónstein Petersen
77. min. 1-8  Sonni L. Petersen
79. min. 1-9  Eddie Mikkelsen
85. min. 1-10 Viggo Johannesen
89. min. 1-11 Eddie Mikkelsen
90. min. 1-12 Eyðstein Skipanes

Teir sum mannaðu liðið hjá NSÌ vóru:

Beinir Højgaard, John Andersen, Viggo Johannesen, Arnfinn Langaard, Eddie Mikkelsen, Helgi L. Petersen, Dánial Hansen, Eyðstein Skipanes, Jónstein Petersen, Karstin Joensen, Sonni L. Petersen, Werner Hentze og Kenneth Johannessen.

NSÍ er nú fremst í bólki D í 3. deild, og hava spælt 5 dystir og hava 15 stig. NSÍ hevur skotið 43 mál í hesum 5 dystunum. Mótstøðuliðini hava bert megnað at skora 5 mál ímóti NSÍ.

Frásøgn: Dánial Hansen

Líknandi tíðindi