Smádreingirnir í steypafinaluni


Smádreingirnir tryggjaðu sær í kvøld finalupláss í kappingini um Cadburysteypið.

Hálvfinalan var leikt við Løkin, og vunnu NSÍ smádreingirnir ein tryggan 6-2 sigur á EB/Streymi.

Í finaluni møta smádreingirnir HB, sum í hinari hálvfinaluni vann 5-2 á B68 í Havn.

Finalan verður leikt 12. juni í Havn.

Smádreingirnir eru higartil í ár ósigraðir bæði í lands- og steypakappingini. Tveir dystir eru eftir at leika í fyrru helvt í landskappingini. Tann fyrri er komandi leygardag á útivølli móti HB ,og tann seinni 5. juni á heimavølli móti KÍ.

Líknandi tíðindi