Stórsigur á Sandi: B71-NSÍ 1-6


Ì fagrasta summarveðri møttust B71 og NSÌ á Sandi í dag. Fitt av fólki hevði leitað sær inn í Dal at hyggja eftir uppgerðini. Eini 100 NSÌ viðhaldsfólk vóru komin úr Runavík at heppa á okkara lið. Tey fóru heimaftur í góðum lag eftir at okkara menn við einum sera sannførandi 6-1 sigri styrktu um oddastøðuna í Vodafonedeildini. Hetta var samstundis størsti útisigur í Vodafonedeildini í ár.

NSÌ stillaðu upp við  Gango í málinum, Johan og Per í miðverjuni, Jonhard og Einari á bakkunum, Jústines og Jann Inga á sentrala miðvøllinum, Jann Martin og Heðini á kantunum, Christian Høgna sum hangandi áleypara og Klæminti sum fremsta manni.

Ì mun til seinasta dystin móti B36, var Per Langaard í miðverjuni , tí at Jens var leikbannaður. Per spældi sín fyrsta heila dyst sum miðverji og tað uppgávuna røkti hann sera væl.  Bogi var ikki við í dag, tí hann er skaddur. Àrni Frederiksberg debuteraði eisini í dag fyri fyrstu ferð í Vodafonedeildini og tað takkaði hann fyri við at skora seinasta málið í dystinum. Hugaligt at so ungir leikarar fáa møguleikan og so taka fult av honum tá ið høvi býðst.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at NSÌ fullkomuliga sat á fyrra hálvleiki allan sum hann var. Við góðum uppspæli frá verju umvegis miðju til framrættaðu meinnirnir á kantunum og í álopinum, spældi teir seg ferð eftir ferð gjøgnum B71 verjuna, sum hevði nokk við at renna aftaná. Serliga sjónligir vóru bakkarnir, sum fleiri ferð komu framvið í yvirlapp og skaptu sera góð innlegg frá síðunum. Tað var ein sonn fragt at skoða tað góða spælið í fyrra hálvleiki.

Longu í 7 min er NSÌ við at leggja seg á odda. Christian Høgni spælir Klæmint púra frían mitt fyri, sum avsluttar men Predrag í B71 málinum stórbjargar.

Ì 22 min leggur NSÌ seg á odda 1-0. Vælupplagdi Christian Høgni sneiðir fleiri verjuleikarar av sær og komin væl fyri inni í B71 brotsteiginum smekkar hann til bóltin vinstrumegin málverjan sum einki fekk gjørt.

Ì 30 min er Heðin ógvuliga nær við at leggja NSÌ á odda 2-o, tá hann sendir eitt gott langskot, sum strýkur framvið tríkantinum høgrumegin. Ì 36 min er tað Einar sum við einum knallhørðum vinstrabeinsskoti úr 25 metra fjarstøðu langar bóltin í yvirleggjaran men óheppið  útaftur í leik.

Tá 39 min eru leiktir fer Klæmint framvið B71 verjuni. Komin inn um brotsteigarmarkið verður hann feldur og dómarin Rúni Gaardbo var ivaleysur og dømdi brotspark. Christian Høgni umsetur brotsparkið ógvuliga trygt í netið til støðuna 2-0.

Ì 45 min leggur NSÌ seg á odda 3-0. Einar sendir eina frálíka sending inn í máløkið.  Har stingur Heðin seg upp og sera vakurt høvdar bóltin upp í handara horn uttan at Predrag hevði nakran møguleika at bjargað.

Samanumtikið stýrdi NSÌ fullkomuliga fyrra hálvleiki. Við góðum, tolnum bandaspæli og við brúk av bakkunum, skapti teir sær ferð eftir ferð yvirtalsstøður og sum góvu trý mál í fyrra hálvleiki. B71 skapti óvanliga fáar málmøguleikar. Bert nøkur einmansavrik frá Sìmun Hansen, sum aftur í dag spældi ein framúrskarandi dyst, var tað sum liðið hevði at bjóða uppá í fyrra hálvleiki.

B71 framdi tvær útskiftingar í hálvleikinum. At síggja til gjørdi hetta stóran mun, tí fyrstu 15 min av seinna hálvleiki, trýsti B71, NSÌ aftur á egnu hálvu og teir skaptu fleiri málmøguleikar hesa løtuni. Ì 53 min gav hetta úrslit. B71 fær horna úr høgru síðu sum Símun verður settur at skjóta. Skotið kemur væl innfyri og har sleppur Bojan Zivic púra ótarnaður at seta høvdið á bóltin og í málið til støðuna 3-1.

Hesa løtuna tyktust tað sum at NSÌ spælið als ikki hekk saman og B71 vann flestu fyrstu bóltarnir og harvið megnaðu at leggja trýst á NSÌ verjuna.

Ì 60 min fer ein smáskaddur Jann Ingi av vøllinum og Erland kemur inn. So við og við fær NSÌ tamarhald aftur á dystinum og tá so Klæmint í 68 min leggur NSÌ á odda 4-1 fer ballónin úr B71 leikarunum. NSÌ yvirtekur fullkomuliga spælið tað sum eftir er av dystinum. Málið til 4-1,  kemur eftir at Christian Høgni sendur eina góða sending innum verjuna hjá B71 har Klæmint rennur seg púra frían og trygt setir bóltin í netið.

Ì 77 min fer Jann Martin út og Debes kemur inn.

Tá 80 min eru leiktir av seinna hálvleiki leggur NSÌ seg á odda 5-1. Stutt eftir at  hann er komin inn spælir Debes hegnisliga Klæmint púra frían mitt fyri. Klæmint setur ferð á og tá B71 málverjin kemur út, sneiðir hann elegant framvið honum og leggur bóltin í tóma málið. Sera gott avrik av Klæmint, sum við málinum skoraði sítt áttanda mál higartil í ár. Flott Klæmint.

Ì 83 fer Klæmint út og Àrni Frederiksberg kemur inn.

Hetta var fyrsti dystur hjá evnaríka unglinginum í Vodafonekappingini í ár. Àrni takkaði fyri álitið við 7 min seinni at skora sætta málið hjá NSÌ. Heðin rennur í fullari ferð fram í vinstru síðu. Leggur so eina harða flata sending innfyri B71 málið har Àrni setur fótin á bóltin og í málið.

Samanumtikið, var eingin ivi um hvat var betra liðið – tað sigur úrslitið eisini. Tað sum serliga var gleðiligt, var at liðið stóran part av dystinum spældi góðan og undirhaldandi fótbólt og skapti eina rúgvu av góðum málmøguleikum, sum góvu seks mál. Gleðilig og hugaligt var eisini at síggja at ungu mennirnir sum fingu møguleikan í dag veruliga gera um seg.

Soleiðis sum hini úrslitini lagaðu seg í dag, er NSÌ 7 stig frammanfyri nr 2, nú 10 leikumfar eru eftir at spæla um. Komandi fríggjakvøld er sera torførur dystur móti EB/S við Løkin. Vónandi møta nógv fólk upp at stuðla okkara monnum.

Hagtøl:

B71-NSÌ 1-6 (0-3)

22 min 0-1: Christian Høgni Jacobsen NSÌ

39 min 0-2: Christian Høgni Jacobsen NSÌ (brotspark)

45 min 0-3: Heðin á Lakjuni NSÌ

53 min 1-3: Bojan Zivic B71

68 min 1-4: Klæmin Olsen NSÌ

80 min 1-5: Klæmint Olsen NSÌ

90 min 1-6: Árni Frederiksberg NSÍ

Liðið: Gango, Per Langaard, Johan, Einar, Jonhard, Jústines, Jann Ingi (60 min Erland), Jann Martin (77 min Debes), Heðin, Christian Høgni og Klæmint (83 min Árni Frederiksberg)
[nggallery id=85]

Líknandi tíðindi