Seks NSÍ'arar á landsliðið
Brian Kerr hevur úttikið landsliðið til dystirnar móti Serbia 3. september á Tórsvølli og móti Italia í Firenze 7. september.
Fyri NSÍ er tað gleðiligt at síggja, at heili seks NSÍ’arar eru á landsliðinum. NSÍ er sostatt liðið við flest landsliðsleikarum. Okkara menn á landsliðinum hesaferð eru: Bogi, Jóhan, Einar, Jann Ingi, Jústinus og Christian Høgni.
Teir, ið annars manna landsliðið eru:
HB:Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Hendrik Rubeksen og Tórður Thomsen.
B36: Jónas Tór Næs og Christian R. Mouritsen.
EB/Streymi: Daniel Udsen og Egil á Bø
B68:Pól Jóhannus Justinussen
ÍF: Bartal Eliasen
Newcastle United: Jóan Símun Edmundsson
Tranmere Rovers: Gunnar Nielsen
Ross County: Atli Gregersen
Silkeborg: Christian L. Holst
Vit ynskja landsliðinum góða eydnu í sínum dystum. Komið og stuðlið teimum og Føroyum!