Javnleikur í tøttum dysti: NSÍ – EB/Streymur 0-0

Toppdystur var við Løkin í kvøld ímillum NSÍ og EB/Streym. Hettar var ein sera týdningarmikil dystur fyri báðar partar. Fyri NSÍ var tað umráðandi ikki at tapa dystin fyri at halda tørn í oddinum, og sundalagsmenn skuldu helst vinna dystin um teir ætla sær heilt uppá toppin.

NSÍ-liðið var mannað eins og tað hevur verið størsta partin av árinum. Í málinum Andrass Gango, á høgra bakki Jónhard og vinstra bakki Einar. Miðverjan var mannað við Jens og Johan Troest, defensivur á miðjuni var Jústinus meðan tann offensivi var Jann Ingi. Á høgra vongi Jann Martin og vinstra vongi Heðin. Álopið var mannað við Christian Høgna og Klæminti.

Dysturin bleiv bæði spennadi og intensur, men kanska ikki so vælleiktur, sum dystir millum hesi bæði liðini plaga at vera.

Okkara menn byrjaðu kanska dystin heldur betri og høvdu onkur góð álop, men tað var EB/Streymur, sum hevði fyrsta málmøguleikan longu í 4 minutti. NSÍ missir bóltin í uppspælinum og EB/Streymur fer í kontraálop, sum endar við at Gudmund leggur ein bólt innfyri til Leif, sum skjýtur, men rakar við síðuna av málinum.

Minuttin seinni eru tað okkara menn sum fara í álop, sum endar við at Klæmint gerst leysur eitt sindur úti í høgru síðu, komin inní fimm meturin smekkar hann til, men Rene fær boksa bóltin út til horna. Heðin tekur hornasparkið og har var Jens hægstur at skalla, men Rene stórbjargar. Jens spældi ein sera góðan dyst í verjuni hjá NSÍ og vann allar nærdystirnar hann var í.

Í 12 min. vinna okkara menn bóltin á miðjuni, Jann Ingi setur ferð á, staddur nakað uttanfyri brotsteigin smekkar hann til, men Rene fær boksa bóltin út.

Tá ið 17 min. eru leiktir er NSÍ aftur í álopi, Christian Høgni rennur seg frían og smekkar til, men aftur hesaferð stórbjargar Rene í EB/Streyma málinum.

Í 27 min. noyðist Klæmint av vøllinum við skaða og inn kemur Bogi. Christian Høgni verður so fluttur heilt fram, og Bogi spælir so aftan fyri hann.

Í 36 min. hevur EB/Streymur hornaspark, eftir at bólturin hevur ferðast ímillum vinir og fíggindar endar tað við at Gudmund Nielsen fær sett fótin á og bólturin endar á tvørtrænum. Tríggjar minuttir seinni spælir Santos ein góðan bólt fram til Daniel Udsen sum leggur innfyri til Leif sum skjýtur bóltin uppum.

Ímóti endanum av hálvleikinum fáa okkara menn eitt fríspark nakað uttanfyri 16 meturin. Jann Ingi verður settur at skjóta, men Rene bjargar væl í EB/Streyma málinum.

Um fyrra hálvleik er at siga at tað gekk rímiliga javnt á, okkara menn høvdu munin tann fyrsta hálva tíman, ímeðan sundalagsmenn vóru meira vandamiklir síðstu 15 minuttirnar. Teirra álop komu meira úr síðunum, meðan okkara vóru meira mitt fyri.

Seinni hálvleikur var ikki so væl leiktur sum fyrri, og spælið var meiri rótut. Nógvir nærdystir vóru á miðjum vølli, og har eru hesi bæði liðini sera sterk. Fáir rættiligir málmøguleikar vóru og vandastøðurnar sum uppstóðust, vóru fyri tað mesta hornaspørk ella fríspørk uttan fyri 16 meturin.

Í 50 min. hevur EB/Streymur eitt fríspark úr góðari støðu, men Daniel Udsen skjýtur langt uppum.

Tá ið 57 min. eru leikir fáa vit eitt fríspark uttan fyri brotsteigin. Hetta var eftir at Jónhard hevði gjørt ein “solotúr” og bleiv feldur. Einar skjýtur beint í múrin.

60 min. Jann Martin út og Erland inn. Bogi fer so út á høgra vong og Erland spælir so sum hangandi áleypari aftan fyri Christian Høgna.

Spælið koyrur aftur og fram og tað eru ikki teir stóru málmøguleikarnir. Sigast skal at okkara verja stóð ómetaliga væl og tí bleiv tað sjáldan vandamikið tá ið EB/Streymur var í álopi.

Í 84 min kemur Debes inn fyri Heðin.

Tá ið 84 min. eru leiktir er NSÍ í álopi, Jústinus er um at bróta ígjøgnum, men Egil á Bø er noyddur at brúka neyðbremsuna. Hettar gevur okkum eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin, men Einar skjýtur aftur í múrin. Annars spældi Jústinus ein brandyst á miðjuni, vann so gott sum allar nærdystir og spældi bóltin skilagott frá sær.

Dysturin endaði við javnleiki 0 – 0 og er tað eitt úrslit sum vit kunnu liva við. Bæði liðini stríddust væl og hvørgin parturin vildi tapa dystin. Báðar verjurnar stóðu sera væl og kanska bleiv hondbremsan ongantíð rættliga slept hjá báðum pørtum.

Næsti dystur er aftur ímóti EB/Streymi, hettar verður mikukvøldið við Margáir.

NSÍ – EB/Streymur 0-0

Liðið: András Gango, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen,  Jónhard Frederikberg, Einar T. Hansen, Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jann Martin Mortensen(60 min. Erland B. Danielsen) , Heðin á Lakjuni, (84 min. Debes Danielsen), Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen(27 min. Bogi Løkin). Á beinkinum uttan at koma inn: Per Langaard og Kristian Joensen.

Líknandi tíðindi