U14-Dreingir: – HB vil avgera FM á skrivaraborðinum!

U14-Dreingir: – HB vil avgera FM á skrivaraborðinum!

Við kæruni um U14-dystin millum HB og EB/Streym er staðfest, at Havnar Bóltfelag ynskir at avgera U14-gullið á skrivaraborðinum. EB/Streymur hevði ongan ítróttarligan fyrimun av mistakinum, og sostatt er tað helst søguligt, at FM hjá U14-dreingjum møguliga verður avgjørt av einum fyrisitingarligum mistaki, ið onga ávirkan hevði á úrslitið. Avgerandi fyri FM-stríðið FSF hevur nú…

EB/Str-NSÍ 0-2: – NSÍ er nú á fjórða plássi

EB/Str-NSÍ 0-2: – NSÍ er nú á fjórða plássi

Eftir sigurin við Margáir í kvøld er NSÍ á fjórða plássi í Effo-deildini. Hetta plássið gevur sum kunnugt atgongd til Euro League. Einar Tróndargjógv legði í 23. minutti NSÍ á odda við einum fantastiskum skoti, har bólturin fór buldrandi framvið René Tórgarð. Eitt tað vakrasta málið hjá NSÍ í ár! NSÍ fór til hálvleiks við…

Klæmint: – Málið er Evropa-luttøka!

Klæmint: – Málið er Evropa-luttøka!

Liðskiparin á besta NSÍ-liðnum heldur, at talan hevur verið um eitt øðrvísi kappingarár í ár, har úrslitini hava verið ov svingandi. Men málið er heilt greitt enn, og tað er at enda millum fýra tey fremstu. – Vit hava vunnið sannførandi ímóti trimum teimum niðastu, men hinvegin hevur úrtøkan ímóti restini ikki verið nøktandi, sigur Klæmint…

U14 Dreingir: NSÍa vann í kvøld útsetta dystin ímóti B36a

U14 Dreingir: NSÍa vann í kvøld útsetta dystin ímóti B36a

U14-liðið hjá NSÍ vann í kvøld útsetta dystin ímóti B36a á niðara vølli í Gundadali. Aron Miðberg Mikkelsen skoraði bæði málini hjá NSÍa. Við einum máli í hvør sínum hálvleiki syrgdi Aron fyri eini 2-0 leiðslu, áðrenn B36a minkaði um munin, tá 2 minuttir vóru eftir av dystinum. Fleiri mál komu ikki, og NSÍ vann ein uppibornan…

U12 Gentur vunnu sín bólk

U12 Gentur vunnu sín bólk

U12- genturnar spældu leygardagin seinasta umfarið í Gøtu. Tær spældu tveir dystir, ið báðir endaðu við javnleiki 1-1. Bjørk Nolsøe skoraði bæði málini hjá NSÍ. Eftir dystirnar var greitt, at NSÍ hevði vunnið sín bólk! Elin Sólsker er venjari hjá gentunum. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við kappingini.

NSÍ-úrslit á Facebook

NSÍ-úrslit á Facebook

Helst eiga vit bestu hagtøl í Føroyum – møguliga í heiminum. Hvørja viku kunnu NSÍ-fjepparar síggja hagtøl frá øllum NSÍ-dystunum kring landið. Heilt frá U6 til Effo. Hvør tann einasti málskjúttin verður skrásettur. Eisini fylgja sum oftast onkrar viðmerkingar við. Maðurin handan hesi hagtøl er sjálvandi Jonhard Hilmarson Hansen, ið trúliga dagførir facebook-síðuna eftir hvønn…