Betri-liðini

Klæmint: – Málið er Evropa-luttøka!

Liðskiparin á besta NSÍ-liðnum heldur, at talan hevur verið um eitt øðrvísi kappingarár í ár, har úrslitini hava verið ov svingandi. Men málið er heilt greitt enn, og tað er at enda millum fýra tey fremstu.

– Vit hava vunnið sannførandi ímóti trimum teimum niðastu, men hinvegin hevur úrtøkan ímóti restini ikki verið nøktandi, sigur Klæmint A. Olsen. Vit hava spælt væl til tíðir, men hava ikki klárað at bundið um heilan fingur, tá tað veruliga hevur staðið á, og hetta mugu vit rætta uppá, um vit ætla okkum út í Evropa at spæla.

Hagtølini lúgva ikki. NSÍ-liðið hevur vunnið sær 27 stig ímóti B68, Skála og AB. Hartil koma fýra javnleikir og tíggju tap ímóti hinum liðunum. Samanlagt gevur hetta NSÍ 31 stig á 5. plássi. Hinvegin er støðan ikki verri enn so, at um NSÍ vinnur dystin við Margáir í morgin, so yvirtekur NSÍ 4. plássið frá mótstøðuliðnum.

Liðskiparin heldur, at NSÍ hevur góðan møguleika at røkka málinum um evropa-luttøku.

– Vit hava fýra sera truplar dystir eftir, harav tríggir eru ímóti liðunum, ið vit kappast við um 4. plássið. Men tað merkir eisini, at vit kunnu avgera alt sjálvir, og tað trúgva vit fult og fast uppá, sigur Klæmint A. Olsen.

Dysturin ímóti EB/Streymur verður spældur í morgin, mikudagin kl. 17.30, við Margáir.

 

nsi-ebsmagnus

Líknandi tíðindi