Hákun Edmundsson í gult

Hákun Edmundsson í gult

NSÍ og 18-ára gamli Hákun Edmundsson hava skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Hóast sín unga aldur, so hevur Hákun longu spælt 31 dystir í Effo-deildini. Hartil hevur hann spælt við U17- & U19 landsliðnum. Tað er sostatt greitt, at talan er um ein evnaríkan ungan leikara, ið longu hevur royndir í bestu deildini. Samstundis er…

Jákup Andrias: – Eg vil arbeiða hart fyri einum plássi á liðnum!

Jákup Andrias: – Eg vil arbeiða hart fyri einum plássi á liðnum!

NSÍ hevur í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála við 19 ára gamla Jákup Andrias Gaardbo. – Eg eri sera spentur uppá komandi kappingarár. NSÍ hevur ein góðan hóp, og vit hava eitt spennandi ár fyri framman. Jákup Andrias spældi seinasta kappingarár 6 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ. Hann fekk eisini eitt mál í…

Harry Knudsen verður hjálparvenjari hjá NSÍ

Harry Knudsen verður hjálparvenjari hjá NSÍ

NSÍ og Harry Knudsen hava í kvøld skrivað undir 1-ára sáttmála. Sostatt er tað nú greitt, at Harry verður hjálparvenjari hjá Effo-liðnum hjá NSÍ. Umframt drúgvar royndir sum ungdómsvenjari í felagnum, so hevur 39-ára gamli Harry Knudsen eisini UEFA B-prógvið, sum krevst av einum hjálparvenjara í bestu deildini. Felagið ynskir Harry bestu eydnu við starvinum,…

Árskortið hjá NSÍ – Tann perfekta jólagávan!

Árskortið hjá NSÍ – Tann perfekta jólagávan!

Tað er ikki altíð lætt at keypa jólagávur. Eitt árskort til heimadystirnar hjá NSÍ slær ongantíð feil. Tað er møguligt at keypa tvey ymisk árskort. Fyri kr. 900,00 fæst árskort til allar heimadystir. Fyri kr. 1.150,00 fæst árskort til allar heimadystir, og harafturat kaffi og køkur. Árskortið fæst til keyps í Bókabúðini í Saltangará.  …

Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá NSÍ

Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá NSÍ

NSÍ og Bakkafrost hava skrivað undir nýggjan 1 ára sáttmála. Sostatt verður Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá felagnum. – Vit eru sera glað fyri samstarvið við Bakkafrost. Tað hevur verið fyrimyndarligt, sigur Dánial Hansen, starvsnevndarlimur hjá NSÍ. Farið verður nú í gongd við fimta kappingarárið saman. – Bakkafrost er ein væl rikin fyritøka, ið er høgt í…

Takk fyri, Sjúrður!

Takk fyri, Sjúrður!

Tað er nú greitt, at Sjúrður Jacobsen fer at spæla við ÍF næsta kappingarár. NSÍ hevur bjóðað honum sáttmála til komandi ár, men hann hevur valt at fara aðrar leiðir. Sjúrður hevur helst metið fyri flest spældar dystir fyri NSÍ. Sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 459 skrásettar dystir fyri NSÍ, harav 376 eru fyri besta liðið….

Vinnaratølini til lutaseðilin á Marknaðardegnum

Vinnaratølini til lutaseðilin á Marknaðardegnum

Ljósstjørna: Ljósareyður seðil nr. G44465 Karamellur: Ljósareyður seðil nr. H5739 Gløs frá Rosendahl: Lilla seðil nr. 45669 Stempulkanna: Ljósareyður seðil nr. H5788 (avheintað) Karamellur: Lilla seðil nr. H45824 Gás: Lilla seðil nr. H45862 Árskort 2015: Lilla seðil nr. H45696   Vinningarnir kunnu avheintast hjá Jónu Kristiansen, Æðuvík, tel. 504761.

Jonleif Højgaard: – Gleði meg til avbjóðingina

Jonleif Højgaard: – Gleði meg til avbjóðingina

NSÍ og Jonleif Højgaard skrivaðu í gjár undir ein 2-ára sáttmála. Jonleif er 26 ára gamal og býr á Toftum. B68 hevur ferðast ímillum bestu og næstbestu deildina seinnu árini, og Jonleif hevur spælt 187 landskappingardystir við besta liðnum hjá toftamonnum. Hann hevur skotið 60 mál í báðum teimum ovastu deildunum. – Eg eri spentur…