Felagið

NSÍ-úrslit á Facebook

Helst eiga vit bestu hagtøl í Føroyum – møguliga í heiminum.

Hvørja viku kunnu NSÍ-fjepparar síggja hagtøl frá øllum NSÍ-dystunum kring landið. Heilt frá U6 til Effo.

Hvør tann einasti málskjúttin verður skrásettur. Eisini fylgja sum oftast onkrar viðmerkingar við.

Maðurin handan hesi hagtøl er sjálvandi Jonhard Hilmarson Hansen, ið trúliga dagførir facebook-síðuna eftir hvønn tann einasta dystin hjá NSÍ.

Tað, sum Marni Mortensen (maðurin handan faroesoccer.com) ger fyri føroyskan fótbólt, tað ger Jonhard Hansen fyri NSÍ.

Líknandi tíðindi