Betuel: – Tit síggja meg aftur í gulum!

Fyri einum góðum ári síðani fór Betuel Hansen til Danmarkar at royna fótbóltseydnuna.

Heilt tíðliga sást, at fótbóltsevnini hjá Betuel vóru framúr góð, og hann var ikki meira enn 16 ár og nakrar dagar, tá hann fyrstu ferð spældi við besta liðnum hjá NSÍ. Tá 66 min. vóru spældir í Effo-dystinum við Stórá ímóti TB 28. mars 2013, varð Betuel skiftur inn. Tvær vikur frammanundan hevði Betuel 16 ára føðingardag, og harvið hevði hann nú loyvi at spæla í bestu deildini.

Hann spældi tríggjar dystir fyri besta NSÍ-liðið hetta fyrra hálvárið, áðrenn hann fór til Silkeborg at spæla. Eisini umboðaði hann 1. deild, U18 & U16, har hann hevði ein týðandi leiklut á miðjuni á øllum liðunum.

Betuel var seinasta kappingarár ein fastur maður á U17-liðnum hjá Silkeborg. Silkeborg hevur góð ungdómslið, ið hoyra heima í betru hálvuni í donsku kappingini. Betuel hevur verið darvaður av skaða, men byrjaði at venja aftur áðrenn summarferiuna. Og nú er hann ein partur av U19-liðnum hjá Silkeborg, og har er kappingin hørð um plássini.

– Nú kappist eg við eldri leikarar, ið venja við besta liðnum, um eitt pláss á miðvøllinum. Men eg havi gott mót, sigur Betuel Hansen.

Hóast Betuel hevur verið skaddur, so gongur væl við venjingini í Silkeborg. Hann hevur klárað seg betri enn væntað í testum, ið U19 hevði eftir summarsteðgin, og venjarin er fegin um venjingarstøðuna. Teir hava verið í Svøríki á venjingarlegu, og har spældi hann nakrar fínar dystir, og venjarin var væl nøgdur við spælið hjá Betuel.

– Eg havi havt nakrar smáskaðar síðani, men eri klárur aftur nú til at taka dystin upp við hinar á miðvøllinum hjá Silkeborg U19.

Betuel fylgir væl við gongdini í NSÍ, og hóast hann ætlar at sláa ígjøgnum í Danmark, so er tann stóri spurningurin, um vit kunnu vænta at síggja Betuel aftur heima á vøllinum við Løkin.

– Ja, tað kunnu tit heilt sikkurt, slær Betuel fast úr Silkeborg.

 

betuel5

betuel3

betuel2

Líknandi tíðindi