Jonleif Højgaard: – Gleði meg til avbjóðingina

NSÍ og Jonleif Højgaard skrivaðu í gjár undir ein 2-ára sáttmála. Jonleif er 26 ára gamal og býr á Toftum.

B68 hevur ferðast ímillum bestu og næstbestu deildina seinnu árini, og Jonleif hevur spælt 187 landskappingardystir við besta liðnum hjá toftamonnum. Hann hevur skotið 60 mál í báðum teimum ovastu deildunum.

– Eg eri spentur uppá skiftið til NSÍ, tí talan er um eitt gott lið við nógvum evnaríkum leikarum í besta aldri. Hartil ynski eg at spæla í Effo-  deildini, og tískil var neyðugt at skifta felag, sigur Jonleif.

NSÍ vann sær rætt til luttøku úti í Evropa næsta ár, og hetta verður fyrstu ferð, at Jonleif skal spæla í Euro League. Hetta er eisini ein avbjóðing, ið hann gleðir seg til.

– Evropa-luttøkan var ikki høvuðsorsøkin til at eg valdi NSÍ, men tað spælir eisini inn. Tað er kanska serliga spennandi, tí eg ikki havi roynt tað fyrr.

Vit gleða okkum til at síggja Jonleif í gulu blusuni við Løkin. Fyrsti dysturin í landskappingini verður næsta ár spældur longu 1. mars, og eftir ætlan endar kappingin longu 3. oktobur.

jonleif2

Líknandi tíðindi