Jákup Andrias: – Eg vil arbeiða hart fyri einum plássi á liðnum!

NSÍ hevur í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála við 19 ára gamla Jákup Andrias Gaardbo.

– Eg eri sera spentur uppá komandi kappingarár. NSÍ hevur ein góðan hóp, og vit hava eitt spennandi ár fyri framman.

Jákup Andrias spældi seinasta kappingarár 6 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ. Hann fekk eisini eitt mál í steypakappingini. Hartil var hann ein av profilunum á næstbesta liðnum, ið hevði eitt gott ár.

– Eg fari at arbeiða hart og miðvíst fyri einum plássi á liðnum. Eisini gleði eg meg nógv til avbjóðingina at spæla úti í Evropa, og vil eg stríðast fyri at verða ein partur av hópinum, ið fer avstað, sigur Jákup Andrias við heimasíðuna.

Vit síggja fram til eitt gott og spennandi kappingarár saman við Jákup Andrias!

Líknandi tíðindi