Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá NSÍ

NSÍ og Bakkafrost hava skrivað undir nýggjan 1 ára sáttmála. Sostatt verður Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá felagnum.

– Vit eru sera glað fyri samstarvið við Bakkafrost. Tað hevur verið fyrimyndarligt, sigur Dánial Hansen, starvsnevndarlimur hjá NSÍ.

Farið verður nú í gongd við fimta kappingarárið saman.

– Bakkafrost er ein væl rikin fyritøka, ið er høgt í metum í Føroyum og uttanlands. Tískil er tað við stoltleika, at Effo-liðið hjá NSÍ ber Bakkafrost á bringuni, sigur Dánial at enda.

Vit síggja fram til eitt gott kappingarár saman við Bakkafrost!

 

bakka2

Líknandi tíðindi