NSÍ-B68: Týðandi sigur í tomum dysti

NSÍ-B68: Týðandi sigur í tomum dysti

Hóast málmunurin kundi bent á eina tætta grannauppgerð, vóru okkara menn nærri einum størri sigri, enn toftamenn einum javnleiki, men dysturin fer avgjørt ikki í søgubøkurnar sum nakað stórt fótbóltsupplivilsi og kortini kundu vit ugga okkum við, at vit sóu Árna Frederiksberg frá síni allarbestu síðu, við eini røð av vandamiklum sendingum og eisini neyvum…

Tobias Wittus Olesen skiftir frá Silkeborg til NSÍ

Tobias Wittus Olesen skiftir frá Silkeborg til NSÍ

20 ára gamli høgri bakkurin Tobias Wittus Olesen hevur í dag skrivað undir sáttmála við NSÍ. Sáttmálin er galdandi restina av kappingarárinum. Tobias Wittus Olesen hevur spælt við U19-liðnum og eykaliðnum hjá Silkeborg. Hann er sostatt fyrrverandi liðfelagi hjá Betuel Hansen. Teir vóru tó bara fyrrverandi liðfelagar í 13 dagar, tí í dag gjørdist greitt, at Tobias…

Gerber heldur fram í NSÍ

Gerber heldur fram í NSÍ

Anders Gerber og NSÍ skrivaðu í gjár undir ein nýggjan sáttmála. Tað merkir, at Gerber eisini er høvuðsvenjari hjá NSÍ í 2017. – Vit eru sera væl nøgd við venjaran. Hann leggur stóra orku í at menna felagið, bæði elitufótbóltin og felagið annars, sigur ítróttarstjórin Eyðstein Skipanes. Familjan er nú flutt úr Danmark til Glyvrar,…

Árni, hann er okkara!

Árni, hann er okkara!

Árni Frederiksberg hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið NSÍ. Hetta merkir, at Árni eisini spælir við NSÍ í 2017! Landsliðsleikarin hevur nógv flest upplegg í effo-deildini seinastu árini, so týdningurin av Árna á NSÍ-liðnum er sera stórur. Harumframt er hann góður fyri fleiri enn 10 mál hvørt kappingarár. Hóast áhugin frá øðrum…

Ert tú limur í NSÍ? Nú hevur tú møguleikan!

Ert tú limur í NSÍ? Nú hevur tú møguleikan!

Farið verður nú aftur undir at skráseta limir hjá NSÍ. Limir kunnu luttaka á aðalfundinum, ið er hægsti myndugleiki í felagnum. Í nøkur ár hevur felagið ikki gjørt so nógv við hendan partin av virkseminum, men tað verður so broytt nú. Niðanfyri sæst §4 í viðtøkunum, har tað er viðtikið, hvussu nógv limirnir skulu gjalda….

Jannik skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ

Jannik skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ

NSÍ og Jannik Mathias Olsen skrivaðu undir 2-ára sáttmála leygardagin. Jannik er 17 ára gamal. Hann er framrættaður miðvallari, og spælir fyri tað mesta í vinstru síðu. Fótbóltsførleikarnir eru eyðsýndir, og Jannik hevur eisini spælt fyri ungdómslandsliðini. Jannik spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini nú leygardagin, og kom hann væl frá uppgávuni. Vit eru…