Gerber heldur fram í NSÍ

Anders Gerber og NSÍ skrivaðu í gjár undir ein nýggjan sáttmála. Tað merkir, at Gerber eisini er høvuðsvenjari hjá NSÍ í 2017.

– Vit eru sera væl nøgd við venjaran. Hann leggur stóra orku í at menna felagið, bæði elitufótbóltin og felagið annars, sigur ítróttarstjórin Eyðstein Skipanes.

Familjan er nú flutt úr Danmark til Glyvrar, og tey vera búsitandi her í minsta lagi til kappingarenda í 2017.

– Gerber (sum hann vanliga verður róptur) kemur at skipa fyri venjingum í vetur. Bæði fyri effo-hópinum, 1. deild og teimum yngru liðunum, heilt niður til U14. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu ofta liðini venja. Hetta er ein liður í allatíðina at royna at menna fótbóltin í NSÍ, og Gerber er heilt sikkurt rætti maðurin til uppgávuna, sigur Eyðstein at enda.

image

Líknandi tíðindi