Betri-liðini

Effo: NSÍ-B68 verður SUNNUDAGIN KL. 15.00!

Lokaluppgerðin í 17. umfari í effo-deildini millum NSÍ & B68 verður spæld sunnudagin 24.juli kl. 15.00.

Ætlanin var at spæla dystin leygardagin, men hóast bæði feløgini vóru samd um hetta, so noktaði FSF at flyta dystin, tí hetta gav NSÍ ein fyrimun í mun til AB, ið vit møta í næsta umfari. Tað vil siga, at vit fáa ein dag meira hvíld enn AB.

Trupulleikin er, at júst tað sama hendi fyrr í ár, tá TB fekk ein dag meira hvíld enn vit, við tað at teirra dystur varð fluttur. Men avgerðin frá FSF stendur við, og tískil verður dysturin, sum sagt, sunnudagin kl. 15.00.

Góðan dyst!

Líknandi tíðindi