Betri-liðini

Okkara málmenn halda fram í NSÍ

Í gjár gjørdist greitt, at báðir effo-málverjarnir hjá NSÍ halda fram í felagnum.

29-ára gamli Símun Rógvi Hansen er rímiliga nýggjur í felagnum, men hann trívist væl, og tískil var upplagt at leingja samstarvið. Símun Rógvi hevur staðið í mál í 17 av 19 effo-dystum, og hann er komin framúr væl frá uppgávuni. Símun Rógvi og NSÍ hava gjørt ein nýggjan 1-ára sáttmála.

18-ára gamli Karstin Hansen hevur skrivað undir ein nýggjan 2-ára sáttmála við felagið. Karstin er ein sera evnaríkur málmaður, ið hevur spælt 3 dystir fyri besta liðið, og heili 65 dystir fyri næstbesta liðið. Harumframt hevur hann verið úttikin til U17, U19 & U21-landsliðini. So hóast sín unga aldur, so hevur Karstin roynt eitt sindur av hvørjum.

Sostatt kann staðfestast, at NSÍ er í tryggum hondum á málmanspostinum.

 

 

Líknandi tíðindi