Tað er nú, at vit skulu standa saman um NSÍ

Orðini eigur Betuel Hansen, sum júst hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið NSÍ. Talan er ikki bara um føgur orð, tá NSÍ-arar siga, at saman standa vit sterk. Vit hava seinastu dagarnar sæð, at fleiri profilar í føroysku kappingini hava skrivað sáttmála við NSÍ. Orsøkin er, at teir ynskja at luttaka í eini spennandi ætlan, har NSÍ skjótast møguligt skal aftur í toppin av føroyskum fótbólti. Betuel Hansen telist, hóast hann einans er 25 ár, millum teir heilt royndu NSÍ-leikararnar. Hann hevur umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum, spælt yrkisfótbólt uttanlands og hartil hevur hann longu spælt 176 dystir fyri besta mansliðið hjá NSÍ. Tað er ein sannur fongur fyri NSÍ, at ein leikari við slíkum royndum tekur enn eitt tørn fyri NSÍ, nú brúk er fyri góðum kreftum til at byggja eitt nýtt lið upp. Tað er eingin ivi um, at Betuel er ein sentralur leikari í hesi ætlan.

Eg eri ógvuliga harmur um, at NSÍ flutti niður, og síggi tað sum mína skyldu at fáa okkum í toppin aftur. Hetta er eisini ein spennandi uppgáva, nú vit byggja eitt nýtt lið upp aftur. Felagið er enn líka stórt, og eg skal gera mítt til, at vit enda í evropeiskum kappingum aftur skjótast møguligt.

Betuel Hansen

Vit eru sera fegin um at staðfesta, at Betuel Hansen heldur fram í gulum næstu 2 árini.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi