Steffan A. Løkin: ’Gott at vera heima aftur!’

Eftir tvey ár í útlegd er tann burturvilsti sonurin komin heim aftur til gula felagið við Løkin. 

Steffan Abrahamsson Løkin hevur í dag skrivað undir ein 2-ára sáttmála við barndómsfelagið NSÍ!

Í stuttari samrøðu við heimasíðuna hjá NSÍ sigur 22-ára gamli Steffan Abrahamsson Løkin, at hann gleðist um at vera heima aftur. NSÍ er í gongd við at byggja eitt nýtt spennandi lið upp, og Steffan gleðir seg til at verða ein partur av hesi tilgongdini.

Steffan er ein royndur ungur leikari. Hann hevur umboðað øll okkara ungdómslandslið, og hartil hevur hann longu – hóast sín unga aldur –  spælt 86 dystir í bestu deildini. 

Steffan er ein náturligur málskjútti, ið kann spæla bæði fremsti maður og vongur. Hetta er ein sannur fongur fyri NSÍ, og vit gleða okkum til at síggja Steffan skjóta NSÍ upp aftur í bestu deildina komandi kappingarár.

Vælkomin heim, Steffan!

Líknandi tíðindi