“NSÍ er mítt heim, og tað er her eg vil verða”

NSÍ hevur longt sáttmálan við Mórits Heina Mortensen í tvey ár. Eftirnavnið ber boð um eina heilt serliga stammu innan NSÍ-familjuna, og 23 ára gamli Mórits Heini var millum drúgvastu leikarar hjá okkum í ár við 22 dystum. Ein skilagóður, dugnaligur og sera arbeiðssamur miðvallari, sum bæði er við til at skapa møguleikar fyri aðrar, men sum eisini plagar at verða góður fyri nøkur mál sjálvur.

Eg havi valt at skriva við NSÍ tí at tað er mítt heim, og tað er her eg vil verða. Eg vil gjarna verða við at venda gongdini og fáa felagið uppaftur í bestu deildina.

Mórits Heini Mortensen

Sáttmálin hjá Mórits Heina er galdandi í 2023 og 2024.

Vit ynskja Mórits Heina til lukku við sáttmálanum og bestu eydnu í komandi kappingarári – ein av okkara egnu!

– Saman standa vit sterk

Líknandi tíðindi