Sigrid aftur í gulum!

Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen kemur í seinnu hálvu aftur at spæla við besta kvinnu liðnum hjá NSÍ.

Sigrid var partur av betri deildarliðnum hjá kvinnum í 2021 og 2022, og var hon við til at vinna steypakappingina hjá kvinnum við NSÍ í 2021. Eftir ein stuttan stegð, er Sigrid aftur í gulum.

Fyrsti dystur hjá betri kvinnum, eftir summarstegðin, verður hósdagin kl 18:00 á útivølli við Margáir (Streymnes) í móti EBS/Skála!

Vit ynskja Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen vælafturkomna!

SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi