Mikkel Jakobsen er nú NSÍ-ari

Seinastu vikuna hevur Mikkel royndarvant við NSÍ, og nú er sáttmálin undirskrivaður. Mikkel er 21 ára gamal, og er uppvaksin í FC Midtjylland, har hann hevur leikt síni ungdómsár. Seinasta ár leikti Mikkel við Kolding í næstbestu donsku deildini, og nú kemur ungi evnaríki leikarin at umboða NSÍ. Mikkel hevur eisini leikt 5 dystir við danska U16 landsliðnum.

Mikkel er ein leikari sum kann røkja tey offensivu plássini, og hevur víst at hann hevur sera góð evnir. Mikkel skoraði 2 mál í venjingardystinum ímóti ÍF mikukvøldið, og ongin ivi eru um at Mikkel kemur at styrkja NSÍ liðið.

Mikkel skal verða vælkomin til felagið, og vóna vit at viðhaldsfólkini taka væl ímóti Mikkel, soleiðis at hann kemur at trívast og mennast enn meira sum leikari. Vit ynskja Mikkel bestu eydnu í gulu blusuni.

Líknandi tíðindi