Ein sigur til okkum í Ólavsøkudystinum!

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

FC Hoyvík – NSÍ      1 – 3 (1 – 1)

21 min 1 – 0

32 min 1 – 1 Hans Marius Davidsen

72 min 1 – 2 Betuel Hansen

86 min 1 – 3 Teitur Knudsen

Hesir byrjaðu dystin

Kristian Joensen – Meinhard Geyti – Oddur Højgaard – Hans Marius Davidsen – Atli Djurhuus Lamhauge – Mórtis Heini Mortensen – Betuel Hansen – Beinir Nolsøe – Yehor Korytskyi – Búi Egilsson og Jógvan Højgaard

Í seinnra hálvleiki komu hesir inn: Ragnar Steinhólm – Teitur Knudsen – Mammuka Toronjadze – Sølvi Sigvardsen og Pætur Skipanes.

Tað var lagt upp til fest á nýggja graslíkinum í Hoyvík, har hoppiborgir, pylsur og annað gott var at fáa, men lat tað sláast fast beinanvegin at tað var klassamunur á liðum, har okkara vóru væl betri allan dystin.

Frá byrjan løgdu vit press á FC Hoyvík, sum als ikki megnaðu at fáa sínar avleveringar at hanga saman. Vit komu í fleiri hálvar støður, og vit skulu vera meiri kynisikir frammanfyri málinum hjá mótstandarinum. Tí var tað sum ein vátur vøttur at Rói Jacobsen við einum dundurskoti úr 25 metrum legði FC Hoyvík á odda, sum als ikki hevði verið í tráð við spælið. Vit reistu okkum skjótt aftur, og aftaná fríspark úr høgru frá Betuel Hansen, kundi Hans Marius Davidsen við aftaru stong javna til 1-1. Okkara innsatsur var rættiliga solidur, men tað er líka tað síðsta sum vit hvørjaferð mugu kempa okkum meiri til.

Sostatt var 1-1 í hálvleikinum.

Mynstri í seinnra hávleiki var tað saman, FC Hoyvík hevði ikki nógv at bjóða uppá, og vit sótu á øllum dystinum. Tað skuldi tó ganga 72 min av dystinum áðrenn vit komu framum 2-1, málið skoraði Betuel Hansen aftaná innlegg úr vinstru síðu. Bagge hevði gjørt fleiri innskiftingar í seinnra hálvleiki, og var tað ungi Teitur Knudsen sum vann bóltin av FC Hoyvík verjuni og setti bóltin trygt í netið til 3-1, og sigurin væl og virðiliga heima. Ein góður Ólavsøku sigur!

Sum áður nevnt, ein rættliga solidur innsatsur av okkara leikarum, sum leygdargin 5 august skulu yvur um fjørð at spæla toppdyst móti Skála.

So nú er at møta upp, við bæði trummum og fløggum.

Góða Ólavsøku!

SAMAN STANDA VIT STERK

Líknandi tíðindi