Úr skotgrøvini: Kaj Joensen, EB/Streymur

Í skotgrøvini hesa ferð hava vit smílandi 3-2 vertin av Eiði, sum í løtuni er búsitandi í Odense.

Navn og aldur?
Kaj Joensen, 37 ár.

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Eg havi spælt fótbólt, frá tí eg var 7-8 ára gamal. Byrjaði í EB, sum seinni legði saman við Streymi.

Til eg var 26-27 ára gamal, spældi eg fyri besta liðið, sum tá var í næstbestu deildini. Síðani hevur tað mest verið hugnafótbóltur.

Fyri tað mesta havi eg spælt á miðvøllinum, sum oftast á vonginum. Seinnu árini, sum konditiónin og skjótleikin eru burtur, eri eg fluttur longur og longur aftur á vøllin.

Tín yndisleikari hjá EB/streymi? – nú og/ella fyrr
Tað er sera torført at nevna ein yndisleikara. Spælarar hava ymiskar førleikar. Summir eru góðir álopsleikarar, aðrir í verjuni og aðrir ein ótrúligan vinnaravilja.

Men um eg skal velja ein, so er tað Arnbjørn Hansen. Heilt ótrúlig evnir at vera á rætta staðnum, til røttu tíðina. Hevur næstan alt, sum ein fótbóltsspælari skal hava. Skjótur, góðan bóltførleika, sterkur, lesur væl spælið og ikki minst, dugir væl at skjóta mál.

Størsta løtan við EB/Streymi?
Størsta løtan sum spælari er, tá vit fluttu upp í bestu deildina. Hetta var í 2000 – seinasti dysturin var spældur í Runavík.

Sum áskoðari er tað, tá EB/Streymur vann fyrsta føroyameistaraheitið í 2008.
Eitt plástur á sárið fyri vanlukkuliga árið 2006. Felagið misti meistaraheitið á stokkinum, tá besta liðið tapti 1-0 fyri KÍ á heimavølli.

Samstundis vann HB í Havn og stakk av við heiðrinum.

Sunnudagin spæla EB/Streymur og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
Eg seti skjótan og ágangandi fótbólt í samband við NSÍ. Eitt lið, sum dámar væl at leypa á, og sjálvdan sleppur mótstøðuliðið at hava bóltin í frið. Og sum oftast eru leikararnir treiskir, eitt nokkso irriterandi lið at spæla ímóti.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum Sunnudagin?
Búgvi í Danmark í løtuni, og havi tí ikki sæð nakran dyst í ár. Tí má eg dúva uppá tað, sum eg havi sæð og lisið í fjølmiðlunum.

Hans Pauli Samuelsen tykist at vera væl fyri í ár, vænti at hann fer at gera um seg við sínum góðu avleveringum og driblingum. Og møguliga onkrum máli eisini.

Við fimm málum í sjey dystum er Klæmint A. Olsen væl fyri í ár. Hann verður ivaleyst ein av leikarnum hjá NSÍ, sum fer at gera nógv um seg.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður Sunnudagin?
Eg vænti, at EB/Streymur fer at vinna 3-1. NSÍ sær út til at hava trupulleikar í ár, og sum støðan er í løtuni, er EB/Streymur ein ov stórur bitið hjá NSÍ at svølgja.

Líknandi tíðindi