Betri-liðini

Tveir evnaríkir HB’arar til NSÍ

NSÍ og HB hava gjørt leiguavtalu, sum hevur við sær, at tvey av ungu talentunum hjá HB, Pál Mohr Joensen og Óli Arge, koma at spæla við NSÍ í fyrstu atløgu fram til summarsteðgin.

19-ára gamli verjuleikarin, Pál Mohr Joensen er uppvaksin í HB, og hevur spælt við HB øll árini. Pál kom á besta liðið hjá HB seinasta kappingarár, har hann spældi tilsamans 17 dystir í Effodeildini fyri “rossoneri” úr høvuðsstaðnum. Pál er – sambært faroesoccer.com – skrásettur fyri ein U-19 landsdyst.

20-ára gamli miðvallarleikarin, Óli Arge (á myndini) er somuleiðis uppvaksin í HB, og somuleiðis spælt við HB øll árini. Hann fekk eisini sítt gjøgnumbrot á Effoliðinum hjá HB seinasta kappingarár, og spældi tilsamans 8 dystir í Effodeildini. Óli hevur spælt tveir U-19 landsdystir í 2009.

NSÍ ynskir Pál og Óla vælkomnum við Løkin og fegnast samstundis um, at vit hava fingið hetta dýra tilfeingið, sum ungir leikarar eru, í varðveitslu fram til í summar.

Líknandi tíðindi