Fjepparin: Jákup Mortensen

Jákup Mortensen var formaður í NSÍ eitt langt tíðarskeið og hevur við familju síni verið og er týðandi partur av virksemi felagsins – bæði á vøllinum og uttanfyri. Hann er pápi gomlu NSÍ-kempuna Trygva Mortensen og abbi Jann Martin Mortensen, sum í dag stríðist mitt á miðjuni hjá Effo-liðinum.

Navn og aldur?
Jákup Mortensen, 70 ár

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Nei, einki fast pláss.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Eg spældi sum oftast innari vongur, sum tað æt tá.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin kom í Vági, tá eg saman við vinmonnum fór at spæla.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Fari ikki at nevna yndisleikara, tað er ikki akkurat eg. Teir eru nevniliga fleiri.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Størsta løtan var, tá vit gjørdust føroyameistarar í 2007.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Størsta styrkin er samanhaldið inni á og uttafyri vøllin.

Sunnudagin møta vit EB/Streymi við Margáir. Hvussu vildi tú lýst EB/Streym sum mótstøðulið?
EB/Streymur er eitt sera vælleikandi lið, sum altíð hevur ein góðan og breiðan hóp.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin?
Eg vænti ein tættan og vælleiktan dyst.

Líknandi tíðindi