FM-stríðið av á hesum sinni: B36-NSÍ 2-1


NSÍ tapti 2-1 móti B36 í Havn í dag. Klæmint Olsen skjeyt okkara mál.

Undan dystinum í dag kundi roknast við, at ein sigur var ein treyt fyri, at vit skuldu fylgja við í oddastríðnum. Sum tað lagaði seg, við sigrum til HB í Fuglafirði og EB/Streym á Sandi, varð hetta eisini veruleiki, og við einum tapi í Havn í dag eru vit ikki longur við í gullstríðnum í ár.

Christian Høgni og Jens vóru leikbannaðir.

Byrjað varð við hesi manning: András, Jónhard, Jóhan (liðs.), Einar, Heðin, Erland, Jann Ingi, Jústinus, Jann Martin, Bogi og Klæmint. Á beinkinum sótu: Kristian, Magnus Pauli, Debes, Monrad og Árni.

NSÍ legði lívligari fyri, og longu eftir tríggjar minuttir hevði Jóhan ein kjans mitt fyri eftir innlegg frá Erland úr høgru síðu. Tað vísti seg, at NSÍ fekk gott pláss at spæla sítt spæl – serliga var tað opið í síðunum hjá B36. ALt ov ofta var seinasta avleveringin ov óneyv, og tí gjørdust atsóknirnar hjá NSÍ ikki heilt vandaiklar. Hinvegin lá B36 longri aftri á vøllinum og lúrdi uppá kontraálop – her vóru Jákup á Borg og Hjalgrím Elttør serliga eyðsýndir.

Eitt slíkt B36 kontraálop var í 13. minutti, og í 17 royndi Heðin seg við skoti útifrá í vinstru síðu.

Longu minuttin seinni misti NSÍ bóltin í uppspælinum og hevði hetta enn eitt kontraálop við sær. Bólturin fór í fyrstu atløgu út til innkast í okkara høgru síðu, men síðani kom hann til Hjalgrím, ið staddur beint uttanfyri brotsteigin skjeyt bóltin í tvørtræið og inn beint við samankomingini – eitt sera vakurt langskot má sigast.

Erland hevði ein stóran møguleika í 20. minutti, hann var staddur mitt í B36 brotsteiginum, men fekk ikki skot á bóltin. Bogi royndi at saksasparka bóltin í 25. minutti eftir innkast frá Jónhard í høgru síðu, men fløktist í einum B36 og fekk ein snudd, ið seinni hevði við sær, at hann noyddist av vøllinum.

NSÍ sat á spælinum hesa løtuna. Vit sluppu ótarnaðir at spæla bóltin runt – tó vísti tað seg at vera truput at koma til beinleiðis málmøgueikar.

Beint fyri hálvleik hevði Jann Ingi eitt skot útifrá. Hálvleiksstøðan var 1-0 til B36.

Fyrst í seinna hálvleiki høvdaði Erland dygst framvið málinum eftir innleggi frá Boga úr vinstru síðu.

Dysturin vísti seg nú at vera meira opin. NSÍ satsaði meira, meðan B36 samstundis loyvdi sær at koma longur fram á vøllin.

Í 54. minuttir eydnaðist tað okkum at javna. Jann Martin spældi Klæmint leysan inni í brotsteiginum, og millum fleiri B36’arar fekk Klæmint trýst bóltin inn um strikuna til 1-1.

András hevði fleiri stórbjargingar í dystinum, og ein slík var í 58. minutti.

Í 63. minutti kom Debes inn fyri Erland, og royndi hann seg beinanvegin við einum langskotið. NSÍ royndi at trýsta, og komu teir fram til fleiri innlegg hesa løtuna.

Álopsbogin varð spentur enn meira, tá Árni kom á vøllin fyri Boga í 70. minutti. Samstundis fór at regna av grimd, og gjørdist vøllurin sera hálur av hesum.

Bæði liðini komu fram til stórar kjansir seinastu løtuna í eini roynd at fáa sigurin í hús.

Monrad kom inn fyri Jann Martin í 75. minutti. Monrad fór aftur á vinstra bakk, meðan Heðin flutti seg fram í síðuna. 8. minutiir seinni fór Heðin sjálvur av miðjuni og gjøgnum alla B36 verjuna, men málmaðurin bjargaði.

Í 83. minutti fekk B36 brotsspark, eftir at eitt langskot rakti ein NSÍ-arm inni í okkara brotsteigi. Klæmint Matras skoraði trygt. 2-1.

Nú sá trupult út hjá NSÍ, men teir royndu at trýsta seinastu løtuna, og onkrir møguleikar vóru. Einar hevði eitt skot eftir innlegg frá Árna í 88. minutti. Og Klæmint skjeyt uppum frá 5-metrinum í yvirtíðini, eftir frísparksuppleg frá Jann Inga umvegis Jóhan.

Endaliga støðan gjørdist sostatt 2-1 til heimaliðið. Samanumtikið høvdu vit meira spæl, meðan B36 vóru meira beinleiðis í sínum spæli.

Vit líta nú fram til seinasta dystin í ár, sum er móti B71 við Løkin næsta leygardag. Eitt gott úrslit í hesum dystinum gevur okkum triðja plássið og luttøku í Europa League undanspælinum næsta ár.

Niðanfyri eru myndir, ið Birita Hansen tók.
[nggallery id=113]

Líknandi tíðindi