Dáma okkum á Facebook

NSÍ hevur í longri tíð havt nógvar fjepparasíður á facebook, sum verða væl vitjaðar og stuðlaðar.

Tí er tað púra natúrligt, at felagið nú eisini fær sær eina almenna facebooksíðu, har til ber at síggja tilfar, t.d. útvaldar greinir og myndir frá dystum, ið eisini verða lagdar út á heimasíðuna. Frá í dag ber eisini til at síggja dagføringar við twitter beinleiðis inni á facebook-síðuni.

Vónandi taka tit væl móti síðuni, sum fer at gera samskiftið um áhugamálið hjá okkum øllum, NSÍ, meira interaktivt.

Nýggja síðan er at finna á facebook.com/nsirunavikfc

Líknandi tíðindi