Eitt fantastiskt comeback har Klæmint gjørdi av við KÌ í seinna hálvleiki

Stórur spenningur var undan dystinum í dag. Hetta var fyrsti Effo dysturin hjá NSÌ eftir at nýtt graslíki er lagt á vøllin við Løkin. Tí vónaðu og væntaðu tey flestu úr Runavík, at okkara menn vóru sera uppsettir til dystin. Hinvegin var KÌ í tí støðu at bert ein sigur kundi brúkast, tí liðið er í niðurflytingar vanda.

Àðrenn dysturin varð bríkslaður í gongd var 1 minutt tøgn, til at minnast Reimar Djurhuus, sum doyði í syndarligari vanlukku á Argjum leygardagin.

NSÌ byrjaði við hesum leikarum: Kristian í málinum, Per og Andras í miðverjuni, Einar og Jonhard á bakkunum. Miðjuna mannaðu Karl, Magnus og Àrni. À kantunum vóru Pól Johannus og Andy meðan Klæmint var fremsti maður.

NSÌ legði gott út frá dystarbyrjan. Okkara framrættaðu leikarar løgdu eitt agressivt trýst høgt uppí á á KÌ hálvuni. Hetta gjørdi at KÌ hevði stórar trupulleikar í uppspælinum og høvdu nokk við at sparka bóltin burtur.

Longu í 4 min er NSÌ nær við at leggja seg á odda. NSÌ vinnur bóltin eftir at KÌ hevur hornaspark. Àrni setur ferð á í okkara vinstru siðu og spælir bóltin hegnisliga innum KÌ verjuna til Klæmint, men í evstu løtu fær KÌ verjuleikari sparka bóltin til horna.

Ì 6 min leggur NSÌ seg á odda 1-0. Jonhard leggur eina frálíka avlevering innum KÌ verjuna til Klæmint í okkara høgru síðu.
Klæmint temur innleggið og komin árakað KÌ 16 metrinum langar hann til bóltin eftir jørð vinstrumegin Meinhard Joensen, sum ongan møguleika hevði at bjargað góða og harða skotinum frá Klæminti.

Ì 10 min er NSÌ aftur uppá spæl. Pól Johannus vinnur nærdyst á miðvøllinum og setur ferð á í okkara vinstru síðu. Ùr 20 metra fjarstøðu leggur hann bóltin innum KÌ verjuna til Àrna sum hevur runnið seg leysan av KÌ verjuni, men í avgerandi løtuni rakar Àrni tíverri ikki bóltin.

Tað fyrsta korterið av fyrra hálvleiki var NSÌ spælstýrandi og við høgum trýsti uppi á vøllinum hevði KÌ stórar trupulleikar at skapa nakað frameftir.

Men so dovnaði NSÌ fullkomuliga og KÌ setti seg tungt á dystin tað sum var eftir av fyrra hálvleiki. Okkara menn tyktust ráðaleysir, sýndu lítlan stríðvilja og nógvar feilavleveringar vóru í uppspælinum.

KÌ frásegði sær ikki møguleikan tá NSÌ gav teimum intiativið og eftir stuttari løtu høvdu teir lagt seg á odda 2-1.

Ì 22 min fær Hjalgrím Eltør frítt spæl uttan fyri okkara brotssteig. Hann sleppur ótarnaður at reika uttan at nakar av okkara monnum ger eina heilhjartaða roynd at steðga honum. Hjalgrím ger ikki mætari enn at langa til bóltin úr 20 metra fjarstøðu og umvegis ein NSÌ verjuleikara situr bóltin upp í handara málhorni og KÌ javnar til 1-1.

Longu 6 min er aftur mál til KÌ. NSÌ kloddar bóltin burtur í egnum brotsteigi og tað endar við at bólturin verður lagdur fyri føturnar fyri á Páll Klettskarð. Páll takkaði fyri gávuna og setti bóltin trygt í netið til 2-1 til KÌ.

Ì 32 min er nær við at NSÌ javnar. Einar tekur eitt langt innkast úr vinstru síðu inn í KÌ brotsteigin. Bólturin verður snittaður víðari til Àrni sum er staddur til í høgru í KÌ brotsteiginum. Àrni langaði til bóltin men við einari refleksvenjing stórbjargar Meinhard í KÌ málinum.

Ì 42 min leggur KÌ seg á odda 3-1. NSÌ leikari ger eitt heldur óneyðugt fríspark stutt uttan fyri okkara brotsteigi í vinstru síðu. Ìsak Simonsen verður settur at skjóta. Við einum hørðum dundurskoti hamrar hann bóltin í málið umvegis stongina. Eitt fantastiskt fríspark sum man sjáldan sær í føroyskum fótbólti og eitt upplagt boð uppá ársins mál í Effodeildini.

Samanumtikið, kann sigast um fyrra hálvleik at NSÌ legði betri út, men eftir 15 min lótu teir KÌ stýra dystinum fullkomuliga og tað útnyttaðu teir til fulnar við at skora 3 mál.

Hvat Heðin hevur sagt við okkara leikarar í hálvleiksteðginum, er ikki gott at vita. Men tað var eitt fullkomuliga hamskift lið sum kom á vøllin í seinna hálvleiki. NSÌ áttu allan seinna hálvleik sum hann var. KÌ kom næstan ikki framum miðjuna og hevði ikki eina vandamikla roynd á NSÌ málið í seinna hálvleiki.
Okkara leikarar trýsti Kì arnir aftur á sína egnu hálvu og KÌ verjan sparkaðu bara bóltin burtur uttan nakað mál og mið.

Ì 51 min minkar NSÌ um munin til støðuna 1-2. Àrni sendir eina fína avlevering inn í KÌ brotsteigin og har er Klæmint hægstur og við einum frálíkum skallara setur hann bóltin trygt í netið uttan at Meinhard í KÌ málinum hevði nakran møguleika at bjarga.

Ì 58 min fer Andy út og Jann Martin kemur inn í hansara stað.

NSÌ trýstið heldur fram og KÌ arnir koma næstan ikki framum miðjuna, men sparka bert bóltin av vandaleið.

Hetta gevur úrslit í 70 min tá NSÌ javnar til 3-3. Árni fylgir einum bólti upp inni í 5 metrinum hjá KÌ í okkara høgru síðu. Meinhard Joensen roynir at verja fyri men Àrni fær lobbað bóltin inn mitt fyri og har fær Klæmint umringaður av nógvum KÌ arum tveitt seg aftur og mestsum saksparkað bóltin í netið og harvið sítt triðja mál og hatrikk. Sikkun ein byrjan hjá okkara liðskipara á nýggja vøllinum við Løkin. Fantastiskt Klæmint.

Nú var eingin ivi um hvat NSÌ fór eftir, nevnliga øllum 3 tigunum og í 88 min leggur NSÌ seg á odda. Einar sendir eitt gott inlegg úr vinstru síðu inn í KÌ brotsteigin og har er Klæmint ósvitaliga sikkur og setir bóltin í málið til støðuna 4-3.

Ì seinastu min av vanligu leiktíðini koma blaðungu leikarnir, 17 ára gamli Haraldur Højgaard og 16 ára gamli Meinhard Olsen inn á vøllin fyri ávikavist Klæmint og Àrna.

Dómarin Rúni Gaardbo hevði lagt 6 min afturat vanligu leiktíðini og tá hann blásti dystin av fyri seinastu ferð, var ovurstór frøði.

Eitt ótrúligt comeback hjá NSÌ sum eftir at hava verið aftanfyri 3-1 í hálvleikinum varð vorðin til veruleika. Fantastiskt dreingir og hjartaliga tillukku við sigrinum.
Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt og sum onkur plagar at taka til, at tað er í lagi at man spælir ein ringan dyst men tað er ófyrigevuligt at ein ikki stríðist fyri sigrinum. Hetta seinna vístu okkara menn í dag í seinna hálvleiki.

Næsti dystur hjá okkara monnum er longu aftur mikudagin. Har møtir NSÌ á útivølli EB/Streymi, sum vann ein knúsandi sigur á ÌF við Margáir í dag.

Hagtøl: NSÌ-KÌ 4-3 (1-3)
6 min: 1-0. Klæmint Olsen NSÌ
22 min: 1-1. Hjalgrím Eltør KÌ
28 min: 1-2. Páll Klettskarð KÌ
42 min: 1-3. Ìsak Simonsen KÌ
51 min: 2-3. Klæmint Olsen NSÌ
70 min: 3-3. Klæmint Olsen NSÌ
88 min: 4-3. Klæmint Olsen NSÌ

NSÌ liðið: Kristian Joensen, Per Langgaard, Andras Brixen, Einar Hansen, Jonhard Frederiksberg, Karl Løkin, Magnus Olsen, Àrni Frederiksberg (89 min Meinhard Egilsson Olsen), Andy Olsen (58 min Jann Martin Mortensen), Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen (89 min Haraldur Højgaard). À beinkinum uttan at koma inn, Jens Joensen og Pætur Høj. Venjari Heðin Askham og hjálparvenjari Sonni Petersen. Fysioterapeutur Marjun Thomassen og liðleiðarar Andras Olsen og Jonhard Hansen.

 

Myndir: Johnny Lamhauge

Líknandi tíðindi