Úr skotgrøvini: Erland Tvørfoss, Víkingur

Í skotgrøvini hesa ferð hava vit gøtumannin Erland Tvørfoss, sum í gullárunum hjá GÍ var ein Xavi, áðrenn Xavi var uppfunnin. Við góðum teknikki, lagaligheit og nettum avleveringum mitt á miðjuni var hann týðandi partur av GÍ-liðinum, ið annars var meiri kent fyri stríðsvilja og 100% innasats hvønn dyst.

Navn og aldur?
Erland Tvørfoss, 43 ár.

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Eg havi spælt rættuliga nógv fótbólt. Vit vóru nógvir javnaldrar, sum byrjaðu at spæla saman, tá vit byrjaðu í skúlanum. Vit plagdu at skiftast um við NSÍ at gerast føroyameistarar í yngru deildunum. Á NSÍ liðnum tá vóru spælarar sum Jens Martin, Trygvi og Terji. Frá 1989 til 2000 spældi eg við á besta liðnum hjá GÍ, við onkrum pausum vegna lestrarørindi í Danmark. Eg bleiv mest brúktur sum defensivur miðvallari við uppgávuni at fóðra spælararnar longri frammi.

Tín yndisleikari hjá Víkingi/GÍ? – nú og/ella fyrr.
Har eru nógvir at velja ímillum:-) Eg haldi, eg sigi Símun Petur Justinussen, tí hann spældi í so nógv ár á høgum støði. Hann var ein spælari við stórum talenti, kundi skjóta líka væl við vinstra og høgra og hevði eina styrki í luftini, sum eg ongantíð havi sæð í Føroyum síðani. Harafturat var hann siðiligur og positivur at spæla saman við.

Størsta løtan við Víkingi/GÍ?
Har eru tíbetur eisini nógvar. Vit vóru so hepnir (og kanska eisini so góðir), at vit vunnu nógv, serliga í 90unum. Tey bæði fyrstu árini, GÍ gjørdust føroyameistarar, 1993 og 1994, var eg í Danmarik í lestrarørindum. Tað var eg eisini í fyrru helvt av 1995, men kom so heim til seinnu hálvu. Tá vóru vit nakað langt aftanfyri HB á stigatalvuni, men megnaðu at koma framum teir og vinna meistaraheitið. Tað er nokk størsta løtan, eg havi havt við GÍ. Við Víkingi er tað steypafinalusigurin á EB/Streymi í 2009, sum er tann størsta.

Mikudagin møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ er í ár eitt ungt lið, sum skal hava nakrar royndir. Har eru nakrir spælarar, sum hava roynt tað fyrr, men nú eru teir blivnir berandi kreftir, og tað er ein heilt onnur støða. Eg haldi, tað eigur at vera nakað spennandi hjá felagnum frameftir, um tit klára at halda uppá teir nógvu evnaríku spælararnar. Klárar felagið at halda seg uppi í ár, haldi eg, tað er flott, uttan at fornerma nakran, vóni eg. Tey flestu rokna nokk ikki við, at NSÍ fer at blanda seg í oddinum, men eg haldi ikki, at tað er ósannlíkt, at felagið kann halda seg í bestu deildini í ár. Annars hevur NSÍ í mínari tíð altíð framleitt góðar spælarar, og eg havi eisini ein illgruna um, at tað koma fleiri ígjøgnum í yngru deildunum nú. So framtíðin sær heldur ikki so galin út hjá tykkum.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum mikukvøldið?
Hjá NSÍ kundu tað verið Klæmint Olsen og so Árni Frederiksberg, sum hevur havt eitt framúr kappingarár í ár. Kundi eisini blivið Kristian Joensen, bara hann ikki klárar seg for væl:-)
Hjá Víkingi vænti eg, at tað verður Kaj Leo og Blé og so báðir vongbackarnir Hanus og Bárður, um teir byrja inni.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður mikukvøldið?
Bæði liðini hava brúk fyri sigrum, NSÍ fyri at sleppa úr botnstríðnum og vit fyri ikki at missa sambandið við EB/Streym, men eg vænti at tørvurin hjá okkum á at halda okkum í oddastríðnum koppar ein tættan dyst okkara veg. 2-1 til okkara.

Líknandi tíðindi