Betri-liðini

Kristian dagsins maður móti HB

Tit hava valt Kritian til dagsins mann í dystinum móti HB seinasta leygardag. Hóast vit taptu 4-2, tá samanumkom, hevði Kristian ein góðan dag, har hann m.a. tók bæði brotssparkini, sum HB fekk. Kristian fekk heili 45 % av teimum 191 givnu atkvøðunum.

Tað var sera tætt í dystinum um annað plássið. Óli Arge, sum var sera ágrýtin mitt á miðjuni, fekk 12 %, meðan altíð vandamikli málskjúttin, Klæmint, fekk 11 %.

Kl. 17 í dag løtu fara okkara dreingir at dystast móti KÍ í Klaksvík. Vónandi fara nógv morður at stuðla teimum – tað er tunnilsdagur og tí ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar.

[poll id=”32″]

Líknandi tíðindi