Fjepparin: Jan Bolstad Anthoniussen

Fjepparin hesa ferð er trúfasti trummuleikarin Jan, sum til hvønn dyst roynir at eggja fjepparunum hjá NSÍ at stuðla sítt lið. Hóast hann ikki hevur spælt nógvan fótbólt, er hann ein nú av ídnastu fjepparunum hjá NSÍ.

Navn og aldur?
(Lange)Jan Bolstad Anthoniussen, 24 ár.

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Eg plagi at sita niðarliga høgrumegin trappuna undir gula skýlinum.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Sum smádrongur legði eg lítið í fótbólt og byrjaði tískil ongantíð at spæla fótbólt.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin kom ikki fyrr enn man sum stórur tannáringur varð lokkaður við til dyst av vinmonnum. Hetta lyfti nógvar brýr, tí at tað tá fyri mong var óhugsandi at man nakrantíð fór at nærkast einum fótbóltsdysti.
Har gekk tó ikki long tíð, áðrenn man var fangaður. Í dag hevði tað helst lyft fleiri brýr, um man ikki var at síggja til dyst.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Puha, Teir eru allir ymiskir og hava ymiskar kvalitetir, so ilt er at velja ein ávísan burtúrúr.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað upplagda hevði nokk verið at sagt meistaraheitið í 2007, men har hava eisini verið aðrar løtur, ið hava sett seg væl fastar í minnið.

Nevnast kunnu javnleikurin ímóti Fulham, “Ársins dystur 2010”, ið varð leiktur í fuglafirði, har NSÍ vann 5-3 eftir at hava verið aftanfyri 1-3 í hálvleikinum, og síðsti dysturin í 2009, har NSÍ við einum 3-1 sigri á ÍF “snubbaði” Europa-plássið frá grannunum, ið spældu javnt.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Vit hava nógvar ungar og evnaríkar leikarar, ið spæla góðan fótbólt.
Hóast úrslitið fleiri ferðir í ár ikki hevur koppað til okkara fyrimun, so eri eg sannførdur um, at tað er góða spælið og stríðsviljin, ið leikararnir hava, ið fer at geva úrslit í seinasta enda.

Mikukvøldið møta vit Víkingi í Gøtu. Hvussu vildi tú lýst Víking sum mótstøðulið?
Hóast Víkingur ikki hevur verið heilt so sannførandi seinastu dystirnar, so er einki at ivast í, at hetta er eitt av teimum heilt sterku liðunum í deildini. Hóast teir hava verið skerdir av skaðum, hava teir megnað at fingi stig, so einki er at ivast í, at vit hava eina sera torføra uppgávu fyri framman.

Hvat væntar tú, úrslitið verður mikukvøldið?
Bæði liðini hava brúk fyri stigum, so eg vænti, at tað verður ein intensur dystur. Vónandi halda okkara menn høvdið kalt og vinna 1-0.

Líknandi tíðindi