Betri-liðini

2017: Karl Løkin aftur í gult

Karl Løkin verður aftur at síggja í gulum við Løkin!

Karl er 25 ár og hevur spælt 153 dystir í bestu deildini. Hann hevur eisini roynt seg uttanlands, og hevur hann hartil verið aktuellur á landsliðnum.

Eftir nøkur ár í Fuglafirði er Karl spentur uppá at spæla í gulum aftur. Vit eru somuleiðis ógvuliga spent uppá at síggja ótroyttiliga stríðsmannin á miðvøllinum hjá NSÍ næsta ár.

Avtalan er galdandi fyri 2017 & 2018.

Vælafturkomin, Karl!

Líknandi tíðindi