Javnt í Gøtu: Víkingur-NSÍ 1-1

Víkingur og NSÍ leiktu javnt á nýggja vøllinum í Gøtu í kvøld. Jann Martin legði NSÍ á odda í 33. minutti, og Fritleif javnaði í 53. minutti. Myndir koma seinni, men eru fyribils at finna á facebook-síðuni hjá NSÍ.

Skrivað hevur Eyðun Gaardbo

Vit fingu ein sera undirhaldandi dyst at síggja á nýggja graslíkisvøllinum í Sarpugerði í kvøld, og bæði liðini munnu ivaleyst iðra seg um brendar málmøguleikar, men tá samanum kemur, mundi ein javnleikur kortini vera umboðandi leikgongdina fyri dystin sum heild. Vit sluppu av níggjunda plássi, og Víkingur hinvegin varðveitti annaðplássið.

Dysturin var bert 2 min. gamal, tá Klæmint fekk góða sending innum víkingaverjuna og í góðari skotstøðu langaði til, men skotið miseydnaðist. Í 7. min. høvdu vit horna, sum endaði við ov veikum skoti, sum var lætt at taka hjá Geza Turi.

Tað tóktist, sum menn høvdu ilt við at fóta sær fyrstu løtuna í vátveðrinum, gliðju lætt, og av tí sama vóru eisini fleiri óvæntaðir tekniskir feilir í fyrra hálvleiki. Harafturat tóktist tað, sum bólturin støkk øðrvísi, enn menn væntaðu, men sum dysturin leið, bleiv betri, og vit fingu annars í allar mátar ein fínan undirhaldandi dyst – rímuliga vælspældan eisini.

Yvirhøvur fyri fyrsta korterið er at siga, at báðir partar høvdu góð álop, uttan kortini at fáa málgevandi sendingina setta inn. Í 13. min. er Víkingaskot úr 18 metrum, sum Kristian bjargar út til horna. Í 17. min. er Klæmint í góðari skotstøðu, men fær ikki rættuligt skot á. Í 18. min. hava Víkingar fríspark ímillum miðjuna og brotsteigin, har skotið verður eftir jørð ímillum allar og umvegis ein NSÍ fót, fer bólturin út til horna. Víkinga álopsuppleggið tóktist vera, nakrar stuttar sendingar í øðrum borðinum og so ein langan diagonalbólt heilt yvir á mótsatta vong, og hetta skapti í fleiri førum vandamiklar støður.

Í 22. min. sendir Monrad ein bólt innfyri úr høgru, sum Klæmint er akkurát ov stuttur til, og løtuna aftaná eru vit aftur ígjøgnum í høgru, bólturin verður sendur innfyri, og Víkingaverjan sendir bóltin beint út til Andrass, sum skjýtur, men verjan blokkerar út til horna. Í 26. min. eru Víkingar ígjøgnum í høgru og Hans Jørgin er júst ov stuttur til at fáa fótin á. Í 31. min. sendir Ble ein av mongum diagonal bóltum út í hitt borðið til Sølva Vatnhamar, sum dróg inneftir og staddur stutt uttanfyri brotsteigin, skeyt hann hart beint framvið okkara málið.

Í 33. minutti leggur Jann Martin okkum á odda, og hetta er samstundis fyrsta málið í Effodeildini, skorað á nýggja graslíkinum í Sarpugerði. Málið kom aftaná gott uppspæl. Magnus sendi til Ari , sum sendi innfyri til Árna, sum í sera góðari støðu langaði til, men Geza bjargaði væl, bólturin støkk út til Jann Martin, sum setti hann trygt í netið og so var 1 – 0 og vónirnar um eitt gott úrslit samstundis kveiktar.

Minuttin aftaná hava Víkingar ein stóran kjans, men Kristian bjargaði væl. Í 41. min. hava Víkingar horna í høgru, har bólturin verður skallaður í stongina og útaftur í spæl. Í 44. min. arbeiða Ari og Klæmint seg ígjøgnum í skjótum mótálopi, men alt endar við at bólturin fer framvið. Sum heild ein javnur fyrri hálvleikur við nógvum hálvum málmøguleikum, og tað teknaði alt til ein spennandi seinna hálvleik og tað fingu vit eisini – men høvdu vit munin í leikbýti í fyrra hálvleiki, vóru tað Víkingar ið høvdu munin stóran part av seinna.

Teir løgdu eitt øgiliga trýst á okkara lið beinanvegin og fingu eisini eitt ótal av hornaspørkum. Okkara dúvaðu uppá kontraálop, og tað eydnaðist nærum Jann Martin at koma ígjøgnum Víkingaverjuna í 47. minutti. Í 50. min. er Hans Jørgin leysur í vinstru síðu, skjýtur tvørturum framvið Kristiani, men lukkutíð er Pál á røttum stað og fær rudda burtur. Í 52. min. javna Víkingar. Teir koma ígjøgnum í høgru síðu – senda innfyri og miðskeiðis fyri málinum skallar Fritleif bóltin í netið og so var støðan 1 – 1.

Víkingar hildu á við at trýsta. Okkara menn hinvegin fingu møguleikar við skjótum mótálopum. Í 64. min. eru Víkingar ígjøgnum, men Kristian fær blokerað fyri skotinum, so bólturin støkk útaftur í spæl. Í 68. min. aftaná álop eftir bókini, roynir Ari seg við góðum skoti beint framvið víkingamálinum, og í 69. min. er Monrad ígjøgnum í høgru, sendir inn til Klæmint, sum skjýtur uppum, og í 70. min spæla Ari og Monrad seg ígjøgnum í høgru, senda til Magnus sum skjýtur framvið.

Í 75. min. hava vit fríspark frammarlaga í høgru síðu – einar 10 metrar frá baklinjuni. Árni smekkar til beint á málið, men Geza boksar útaftur. Í 80. min. er Sølvi uppá spæl fyri Víkingar. Temur bóltin hegnisliga og dregur framvið tveimum verjuspælarum, men skotroyndin miseydnaðist. Í 89. min. eru Víkingar ígjøgnum í vinstru – skjóta hart og vælplacerað – men Kristian er í fullari longd og fær í stórum stíli bjargað út til horna. Í 90. min. hava Víkingar skot framvið okkara máli, og í 92. minutti er tað Magnus, sum sendir ein frísparksbólt inn í brotsteigin, sum Geza beindi út til horna, og løtuna aftaná bríkslaði Lars Müller fyri, at dysturin var at enda komin.

Í stuttum um dystin kann sigast, at hann var undirhaldandi. Nógvir møguleikar, gott spæl til tíðir og høg leikferð, og tað tóktist, sum hvørki av liðunum slepti vónini um trý stig, fyrrenn síðsta bríkslið hevði verið – og tað ger tað hugaligt at vera áskoðari. Okkara kunnu taka eina rúgvu við sær frá hesum dystinum og innsatsurin í dag, samanborið við síðsta dyst, var sum nátt og dagur – menn vóru nærlagdir og stríddust manniliga – og tað er hugaligt aftur at vera á 8. plássi, tó at málið má vera hægri.

Í dag fingu vit eitt gott úrslit á nýggjum vølli og næsta vikuskifti er aftur týðandi dystur á nýggja vøllinum í Trongisvági, har tvøramenn siga seg ráða – men við hugburðinum ið merkti liðið í dag, kunnu vit gulu fjepparar sagtans loyva okkum at vænta og trúgva uppá eitt gott úrslit næsta vikuskifti – livst so spyrst.

Hagtøl:
VÍKINGUR – NSÍ 1 – 1 (0-1)
33’ 0 – 1 Jann Martin Mortensen
52’ 1 – 1 Fritleif í Lambanum

Liðið hesaferð: Kristian, Monrad, Jens, Pál, Sjúrður, Árni, Andrass, Magnus, Jann Martin (´79 Bjarki), Ari (’87 Debes) og Klæmint (liðsk.).

Dómari: Lars Müller

Líknandi tíðindi