U-17 EM í Eysturríki. Føroyar bert sekund frá at koma víðari til næsta umfar

 Eftir stórtapið móti Eysturríki fríggjakvøldið, spældi føroyska U-17 landsliðið sín seinasta dystin í kappingini. Dysturin var móti Kypros og endaði við javnleiki 1-1 eftir at hálvleiksstøðan var 0-0.

Føroyar løgdu seg á odda í 55 min. Málið var sera gott. Jógvan Jacobsen setti ferð á mitt á miðjuni. Betuel Hansen og Meinhard søktu hvør sín kant. Jógvan sendir ein stikning til Meinhard í høgru sum hegnisliga leggur ein góðan bólt yvir í vinstru har Betuel kemur rennandi og setir høvdið undir bóltin og í málið.

Tíverri javnaði Kypros til 1-1, tá leiktur vóru 3 min í yvirtíðini. Javnleikurin gjørdi at Føroyar ikki kom víðari til næsta umfar. Høvdu Føroyar vunnu dystin so hevði U-17 dreingir komnir víðari sum besti 3-ari.

Liðið: Elias Rasmussen, Bartal Wardum, Dánjal Gotfred, Jákup Hansen, Absalon Eliasen, Leivur Højgaard, Hákun Edmundsson (c), Betuel Hansen,  Jógvan á Lað Jacobsen, Benjamin Heinesen og Meinhard Olsen.

À bonkinum uttan at koma inn: Emil R. Madsen, Aron Clementsen, Dan í Soylu, Steintór Fagradal, Ari Krosslá Poulsen, Høgni E. Nielsen, Pól Sigurd Kristiansen

Venjarar: Àki Johansen og Pól F. Joensen

Føroyar – Kypros 1-1 (0-0)

Føroyar 1-0: Betuel Hansen (55 min)

Kypros: 1-1: Andys Antreas Nikolaou (80+3 min)

Mál 1   1
Málroyndir 3   5
Skot við síðuna av 1   4
Hornaspørk 1   8
Fríspørk 21   23
Gul kort 4   2
Reyð kort 0   0

Líknandi tíðindi