Karstin, Petur, Meinhard og Betuel til U-17 EM undankapping í Georgia

Í døgunum 17. til 22. oktober skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í EM-undankapping í Georgia.

Umframt Føroyar og vertstjóðina, eru Holland og San Marino eisini við í kappingini.

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 12. oktober, og er heima aftur hósdagin 23. oktober.

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum í kappingini verður mikudagin 17. oktober, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Hollandi.

Teir 18, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið, eru hesir:

Málverjar:
Karstin Hansen, NSÍ
Símun Jóhan Wolles, EB/Streymur

Verjuleikarar:
Bartal Wardum, HB
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Mikkjal á Bergi, KÍ
Absalon Eliasen, Randers FC (DK)
Jóhan Waag Høgnesen, Thisted (DK)

Miðvallarar:
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DK)
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Olsen, NSÍ
Janus Samuelsen, 07 Vestur
Rói Olsen, EB/Streymur
Jan á Høgaryggi, EB/Streymur
Teit Jacobsen, HB
Heri Mohr, HB

Framherjar:
Jákup Ludvig Thomsen, FC Midtjylland (DK)
David Muller, AC Horsens (DK)

Mynd: Meinhard, Karstin og Petur

Líknandi tíðindi