Arne Gregersen úttikin til U-19 landsliðið

U19 landsliðsvenjararnir, Ábraham Løkin og Eli Hentze, hava úttikið teir 18 leikararnar, sum skulu manna føroyska hópin til komandi  EM undankapping fyri U19 landslið í Portugal.

Ein av okkara evnaríku spælarum, 18 ára gamli Arni Gregersen er millum úttiknu leikararnar.

Umframt at spæla á unglingaliðnum hjá NSÌ, hevur Arni eisini spælt teir flestu dystirnar á 1 deild hjá okkum, umframt at hann onkuntíð hevur verið partur av Vodafone hópinum.

Føroyar eru í bólki saman við Portugal, Ungarn og San Marino til hesa kappingina.
Dystirnir sum U-19 landsliðið skal leika, eru hesir:

4. novembur, kl. 15.00: Portugal-Føroyar
6. novembur, kl. 15.00: Ungarn-Føroyar
9. novembur, kl. 15.00: Føroyar-San Marino

Heimasíðan ynskir Arna hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu við landsliðnum.

Líknandi tíðindi