Spennandi uppgerð á seinasta leikdegi: EB/Streymur-NSÍ 3-2

Dystarfrásøgn við Eyðun Gaardbo

Dystargongd:
Okkara menn spældu ein góðan dyst við Margáir í dag og var størri hepni við okkum í fyrra hálvleiki – tá vit leikliga vóru omaná, kundi dysturin fingið eina heilt aðra gongd. Sundalagsmenn vóru omaná fyrsta hálva tíman av seinna hálvleiki og fingu greiða leiðslu – men kortini kom spenningur í aftur dystin ímóti endanum, tá okkara aftur minkaðu um munin til 3 – 2 sum gjørdist endaliga úrslitið.

Uppstillingin var nakað broytt í mun til síðsta dyst. Kristian hevði leikbann og Pætur Høj byrjaði inni, Helgi og Pól Johannes í miðverjuni – Monrad høgri bakkur og Pál spældi vinstri bakkur, meðan Sjúrður spældi á miðvøllinum saman við Magnusi, Jann Martin høgrumegin og Árni vinstrumegin, meðan Klæmint og Debes vóru frammi.

Í 4. minutti fær Klæmint upplagdan møguleika, tá Árni hegnisliga spælir hann leysan. Hann dregur ímóti málinum, men er óheppin at bólturin tekur vinstra fót og rullar undan honum inn til málmannin. Løtuna aftaná leggja sundalagsmenn seg á odda og tað var, sum ikki einaferð, samanspæl ímillum Hans Paula og Arnbjørn – sum endaði við at Arnbjørn setti bóltin í netið. Í 13. minutti sendir Hans Pauli fríspark úr 20 metrum framvið. Í 15. min. er gott álopsspæl frá okkara monnum. Sjúrður spælir Árna sum spælir Klæmint mitt fyri, sum leggur aftur til Magnus, sum skjýtur hart omanfyri. Løtuna aftaná er aftur væl gjøgnumspælt álop, men tíverri spyrst onki skot burturúr.

Í 18. min. bragdar hjá okkara monnum. Magnus spælir Árna sum dregur inneftir, fintar og leggur spakuliga útaftur til vinstru til Debes, sum skjýtur og umvegis eitt EBS høvd situr bólturin í handaru málsíðu. Støðan 1 – 1 og dysturin aftur opin.

Í 20. min. skjýtur Magnus fríspark úr 40 metrum. Bólturin tekur svørin stutt frammanfyri málið, men René er fyrireikaður og tekur. Í 25. min. kemur Levi ígjøgnum okkara høgru síðu og skjýtur í síðunetið. Í 26. min. hava vit fríspark, sum Árni leggur innfyri, men fríspark verður dømt ímóti okkara monnum fyri óreglusemi. Í 27. min. eru sundalagsmenn í álopi sum endar við innleggi, sum Arnbjørn skallar framvið. Í 30. min. sendir Monrad innlegg innfyri, sum René loftar. Í 32. min. spælir Debes Klæmint púra leysan, men tíverri fór skotroyndin framvið málinum. Í 33. min. spælir Árni Klæmint, sum dregur ímóti baklinjuni, men tíverri endaði bólturin aftanfyri. Í 36. min. hava sundalagsmenn fríspark, sum Helgi í øðrum umfari fær blokkerað og ruddað burtur.

Næstu løtuna trýstu okkara menn væl. Trýstið endaði fyrst við 2 hornaspørkum og síðani fingu vit fríspark úti í vinstru síðu, sum Árni legði væl innfyri til Pól Johannes, sum skallar í málið – men dømt bleiv fyri rangstøðu og løtuna aftaná eru sundalagsmenn í álopi og alt endar við at Arnbjørn Hansen fær ein returbólt frá Pæturi, sum hann setir trygt í netið og lítla løtu aftaná bríkslaði dómarin fyri hálvleiki.

Í fyrsta minutti av seinna hálvleiki hava vit fríspark í høgru síðu, sum verður lagt inn til Pól Johannes handarumegin, men hann gerst akkurát ov stuttur og fær tí ikki stýrt skallaranum. Í 48. minutti leggja sundalagsmenn seg á odda 3 – 1 og hesaferð er tað Pætur D. Jacobsen sum hevur fótin á. Tað var annars Sorin ið dróg ígjøgnum vinstru síðu – legði væl innfyri og við fremru stong var ein áleypari, ein verjuspælari og Pætur. Bólturin tók ein teirra og støkk víðari til Pætur D. Jacobsen sum skoraði trygt.

Í 49. min. hevur Arnbjørn skot í yvirliggjaran og uppum. Í 52. min. roynir Magnus seg við skoti, sum René bjargar. Í 55. min. hevur Hans Pauli roynd sum Pætur tekur. Í 16. min. hava vit horna í høgru síðu, sum Helgi skallar beint omanfyri. Í 63. min. hevur Arnbjørn skotroynd, sum Pætur bjargar. Í 64. minutti endar gott álop ímillum Monrad, Jann Martin, Magnus við at Jens kemur í góða støðu, men hann blívur taklaður. Í 74. min. skjýtur Árni fríspark, sum René boksar burtur.

Í 81. minutti kemur spenningur aftur í dystin, tá Jens skorar, aftaná gott samanspæl við Andrias stutt inni í brotsteiginum, sum endar við at Jens langar til og umvegis ein verjuleikara sat bólturin trygt í netinum. Í 85. min. hevur Leif Niclasen skallara á stongina og út og í 87. spælir Andrias Klæmint í góða støðu. René bjargar skotinum til horna og stutt aftaná roynir Árni seg við skoti. Í 90. min. spælir Andrias aftur Klæmint, staddur stutt til høgru inni í brotsteiginum, temur hann við bringuni, snarar runt og skeyt í síðunetið. Løtuna aftaná bríkslaði Lars Müller fyri, at seinasti dysturin í ár var at enda komin. Samamumtikið ein góðtikin innsatsur frá okkara monnum í dag.

Flestu munnu hava sæð hetta árið – nú útskiftingin bleiv so stór – eitt sindur sum eitt royndarár, har serliga ungu mennirnir skuldu prógva, at teir hava tað sum skal til, fyri at klára seg í bestu deildini. Nú vita vit ikki, hvussu endaligi hópurin kemur at síggja út í komandi ári – men kunnu gleðast um at stórur partur av yngru monnunum hava skrivað undir nýggjan sáttmála.

Helgi, sum hevur havt eitt gott kappingarár hevur boðað frá, at hann gevst á hægsta støði og hvussu verður við Sjúrður, sum eisini hevur havt eitt gott ár, er ógreitt í løtuni. Pól Johannes hevur ikki dult fyri, at hann ynskir at sleppa útum landoddarnar at royna seg aftur, um áhugavert høvi býðst. Hann hevur annars við síni styrki – ikki minst í loftrúminum – givið liðnum nógv meira tyngd bæði í álops- og verjupartinum og er blivin ein lyklaleikari í deyðbóltsstøðum.

Sum tað ljóðaði leygarkvøldið, so er venjaraspurningurin ikki avgreiddur enn, men Kári, Tummas og toymið kring liðið eiga rós uppiborið fyri gott arbeiði. Heiðrarnar sum ávíkavist ársins stjørnuskot og ársins leikari fingu ikki óvæntað Kristian Joensen og Árni Frederiksberg.

Nú er so bert eftir at ynskja sundalagsmonnum til lukku við meistaraskapinum og annars at takka okkara monnum fyri eitt gott kappingarár í ár.

EB/Streymur – NSÍ 3 – 2 (2-1)
5’ 1 – 0 Arnbjørn Hansen
18’ 1 – 1 Debes Danielsen
45’ 2 – 1 Arnbjørn Hansen
48’ 3 – 1 Pætur D. Jacobsen
81’ 3 – 2 Jens Joensen
Liðið hesaferð: Pætur, Monrad, Helgi (’70 Bjarki), Pól Johannes, Pál, Jann Martin, Sjúrður (’80 Andrias), Magnus, Árni, Debes (58’ Jens) og Klæmint

Líknandi tíðindi