Betri-liðini

Tungt og tepurt tap: NSÍ-Víkingur 0-1

NSÍ hevur í kvøld tapt 0-1 móti Víkingi við Løkin.

Onkur plagdi at taka til, at vit taka ein dyst í senn. Hesi orðini eru ongantíð meiri viðkomandi enn júst nú.

Eftir dystin móti HB á Ólavsøku sat ein við eini kenslu, at vit kanska ikki skaptu nóg nógvar møguleikar frameftir. Í dag skaptu vit møguleikarnar, men inn vildi bólturin ikki.

Í mun til seinast var Jústinus við aftur eftir leikbann. Hann kom beint inn á miðvøllin við síðuna av Fritleif.

Inni byrjaðu sostatt: András. Jónhard, Petur Pauli, Jens og Heðin í verjuni. Debes, Fritleif, Jústinus og Mamuka tvørtur um miðjuna. Og Christian Høgni og Klæmint har frammi. Á beinkinum byrjaðu: Jens Martin, Ari, Árni, Andrias og Jann Martin.

Dysturin var nokkso lívligur frá byrjan av. Eitt ávíst stríð var um ræðisrættin á miðjuni. Sum heild vóru Víkingarnir meiri ágangandi fyrstu løtuna. Teir vóru skjótir at leggja trýst á NSÍ-leikararnar, so teir ikki fingu frið at spæla sítt spæl.

Símun Hansen hevði eini tvey skot fyrstu 5 minuttirnar, uttan at tey vóru serliga vandamikil.

Fyrsta heilt stóra møguleikan fekk Klæmint, tá hann var fríspaældur av Christian Høgna á greinsuni til rangstøðu í høgru síðu. Einsamallur við málverjanum lyfti hann bóltin upp um málverjan, men tíverri eisini upp um málið.

Næstu løtuna vóru fleiri hornaspørk til bæði liðini. NSÍ ressaðist meira og gjørdi skjótari av. Debes var eyðsýndur í royndini at trýsta høgt á vøllinum.

Víkingar spældu yvirhøvur langar bóltar upp um verjuna hjá okkum, og royndu seg við fleiri langskotum eisini.

Christian Høgni hevði eitt skot útifrá, ið Geza tók sær av, í 24. minutti

Dysturin var ikki hart spældur, men í 32. minutti taklaði Blé Klæmint við báðum beinum og fekk hann gula kort fyri ómakin.

Móti endanum av fyra hálvleiki trýsti NSÍ aftur, tó uttan úrslit. Hálvleiksstøðan var 0-0, og var hon ivaleyst rættvís. Dysturin hevði verið javnur, nógv av spælinum var á miðvøllinum, og verjurnar høvdu staðið stinnar.

Víkingur byrjaði annan hálvleik við fleiri deyðbóltum. Atli Gregersen høvdaði eitt horna beint til András í 45. minutti, og Símun Hansen høvdaði eitt fríspark uppum í 47. minutti.

Christian Høgni gekk á odda í stríðinum at geva NSÍ leiðsluna. Í 51. minutti broderaði hann seg væl ígjøgnum, og endaði álopið við, at Fritleif sendi eitt skot móti málinum, sum tó bleiv beint út til horna.

Jens fekk gula kortið í 52. minutti.

NSÍ hevði eina dupulta skotroynd við Christian Høgna og Klæmint í 53. minutti.

NSÍ hevði eina naska frísparksroynd í 56. minutti, har Mamuka hegnisliga lyfti bóltin upp um manngarðin, men Geza fekk boksað bóltin burtur.

Í 59. minutti vann Símun Hansen eitt horna við einum fløtum langskoti. Tá bólturin kom innfyri, høvdaði Atli Gregersen ótarnaður bóltin í málið til 1-0 til Víking. Hetta tóktist hugstoytt, tí NSÍ løtuna áðrenn hevði átt trýstið.

Mamuka sendi eitt innlegg til Christian Høgna í 61. minutti, og endaði tað við, at NSÍ vann eitt hornaspark. Árni kom á vøllin fyri Debes. Árni fór aftur á vinstra bakk, meðan heðin flutti upp á kantin.

NSÍ helt á at trýsta, meðan Víkingar tóktust nøgdir við støðuna. Petur Pauli høvdaði upp um eftir horna úr vinstru síðu í 62. minutti.

Klæmint hevði eitt gott gjøgnumbrot í 62. minnutti, og í 63. minutti snýtti Christian Høgni Víkinga-verjuna, men skotið fór dygst framvið handaru stong.

Jann Martin kom á vøllin fyri Mamuka í 65. minutti. NSÍ kom til fleiri innlegg, uttan at nakað spurdist burtur úr.

Ari kom inn fyri fritleif í 73. minutti. Eina løtu seinni fær Jens beinleiðis reytt kort. Hann var einsamallur, tá kortið kom, og er tað tí mest sannlíkt komið fyri okkurt orðið, sum er fallið dómaranum í lut.

NSÍ helt á at trýsta seinastu løtuna. Onkur frísparksroynd var, og Klæmint, Heðin og Ari royndu seg við skotum í einum og sama álopi, sum tó bert endaði við einum horna.

Ari hevði eitt skot aftrat, og Klæmint ein høvdara móti endanum, men inn vildi bólturin ikki.

Tað stóð nokk øllum greitt, at dagsins dystur fór at vera trupul. Víkingar hava fingið góð úrslit í ár. Teir eru væl skipaðir og ágrýtnir.

Tað var týðandi at fáa stig burturúr dystinum, men tað eydnaðist so ikki.

Nú hevur tað stóran týdning fyri okkum ikki at fella í fátt, men taka ein dyst í senn, og so vita hvussu langt tað røkkur. Næsti dystur hjá okkum er í Fuglafirði sunnudagin 14. august.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=177]

Líknandi tíðindi