Felagið

Brøndby Cup: U-15 spældi javnt mòti bólkavinnaranum Lyngby

U-15 spældi sín seinasta dyst í innleiðandi umfarinum. Dysturin var móti bólkavinnaranum Lyngby, sum hevði vunnið báðar sínar dystir undan dystinum í dag.

Føroyar fekk eina dreymabyrjan. Longu í 5 min løgdu Føroyar seg á odda 1-0. Betuel vinnur bóltin nakað frammi á Lyngby miðjuni. Hann sær at Lyngby málverjin stendur langt úti. Betuel ger ikki mætari enn at skjóta og úr 25-30 metra fjarstøðu situr bólturin hart og gott í málinum. Væl sæð og gott avrik av Betuel.

Lyngby svaraði longu aftur 1 min seinni. Ein Lyngby leikari sleppur ótarnaður at reka allan vegin í okkara vinstru síðu. Trekkjir so inn í máløkið framvegis uttan at nakar av okkara leypir á og fær lætt sett bóltin framvið Karstin í føroyska málinum. Ikki sannførandi verjuspæl.

Føroyingar svara aftur í 20 min. Meinhard vinnur bóltin í Lyngby brotsteiginun. Umgyrdur av tveimum verjuleikarum fær hann snarað seg á og sera hegnisliga setur hann bóltin upp í handara horn, uttan at Lyngby málverjin hevði nakran møguleika at bjargað. Sera væl gjørt av Meinhard. Støðan er nú 2-1 til Føroyar.

Tá umleið 30 min er farin javnar Brøndby til 2-2. Teir sleppa ótarnaðir at leggja eina sending í okkara høgru síðu til ein púra frían Lyngby leikara, sum hevur lætt at stýra bóltin við høvdinum í málið.

Beint áðrenn dómarin bríkslar fyrra hálvleik av leggur Meinhard aftur Føroyar á odda 3-2. Okkara menn spæla seg væl ígjøgnum frammi á Lyngby hálvuni. Esmar leggur bóltin til Meinhard sum hóast hart trýstur av fleiri verjuleikarum fær snarað sær á og langar til bóltin sum umvegis málstólpan fer í netið. Gott uppspæl og sera væl avslutta av Meinhard.

Hálvleiksstøða 3-2 til Føroyar.

Føroyar hevði eisini yvirtakið teir fyrstu 20 min av seinna hálvleiki. Teir spældu skilagott. Vóru tolnir í uppspælinum og royndu at flyta bóltin sínámillum. Teir skaptu eisini fleiri góðar málmøguleikar og sum við eitt sindur betri neyvleika og kanska hepni, høvdu teir kunnu skorað 2 mál afturat.

Móti leikgongdini var tað Lyngby sum fekk javnað til 3-3. Teir fóru í mótálop og har sá okkara verjuleikari einki annað at gera enn at fella Lyngby leikara inni í okkara 16 metri og dómarin dømdi brotspark sum teir settu í málið.

Einki mál kom afturat og endaði dysturin við javnleiki 3-3.

Samanumtikið so spældi Føroyar ein gódan dyst í dag. Stríðsvilji, bóltneyvleiki, gott samanspæl og at dreingirnir tordu at bjóða av, var uppskriftin uppá tann besta dystin sum Føroyar hava leikt higartil.

Í morgin kl 17.40 (dons tíð)skulu Føroyar spæla móti Kolding.

Hagtøl.

U-15 vs Lyngby 3-3 (3-2)

1-0. Betuel Hansen
1-1. Lyngby
2-1. Meinhard Olsen
2-2. Lyngby
3-2. Meinhard Olsen
3-3. Lyngby (brotspark)

Føroyska liðið. Karstin, Jákup, Bartal, Hilmar Leon, Rói, Aron, Betuel,Esmar, Høgni, Absalon og Meinhard.

Í seinna hálvleiki komu Ari, Jákup A., Sunvard og Erlendur inn.

Dystarfrásøgn úr Brøndby: Egil Olsen

Líknandi tíðindi