|

Av Skipanesi til Æðuvíkar

Hóskvøldið 10. apríl verður fyrsta umfar av hugnaligu og fólksligu spurnakappingini Av Skipanesi til Æðuvíkar aftur á skránni.

Endamálið við tiltakinum er tað sama. At samansjóva fólkið í økinum, at hita upp til kappingarárið í fótbólti, og at vísa, hvussu nógvir og góðir møguleikar eru við Løkshøll. Og so vóna fyriskipararnir, at tiltakið fer at kasta nakrar krónur av sær til virksemið hjá NSÍ.

Tær 8 bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar hava hvør sítt lið, mannað við 2 undirhaldandi og vitandi persónum. Liðini skulu kappast í 2 innleiðandi umførum, áðrenn stóru finaluna, sum í ár verður hóskvøldið 1. mai.

Spurningarnir snúgva seg um ymiskt í nærumhvørvinum, skip, staðarnøvn, hendingar, NSÍ og árstøl. Kryddið, tann alternativi spurningurin, er eitt av hæddarpunktunum, og kunnu fyriskipararnir lova, at fleiri sangir longu eru yrktir til høvi. Alternativi spurningurin í ár leggur upp til, at luttakararnir syngja ein sang, halda eina røðu ella spæla eina sketch. Hesin spurningur kann geva heilt upp til 5 stig.

Í hálvleikunum verður sangur og undirhald. Nú hóskvøldið, tá fyrsta umfar er á skránni, fara Albin Rasmussen og Kristina Bærentsen at syngja.

Ein annar partur av tiltakinum er ein listaframsýning, har nýggir spírar vísa sína list fram. Hesaferð eru tað næmingar á kvøldskúlanum, sum sýna fram. Lærari teirra er Harry Knudsen. Framsýningin verður á gongini rundan um Løkshøll.

Vertirnir til tiltakið eru eftir hondini víðagitnir. Teir báðir Jonhard Hansen og John Andersen eru aftur klárir at tørna út fyri felagið. Teir fáa gestir á gátt, sum fara at siga sína hugsan um komandi fótbóltsárið, um sosialu viðurskiftini í økinum og onnur evnir, sum eru uppi í tíðini. Og so verður helst onkur spurningur, sum ongin hevði væntað.

Dómararnir eru heldur ikki hvørjir sum helst. Feðgarnir báðir Jákup (eldri) og Trygvi Mortensen (eldri) hava spískað blýantin og eru spentir til uppgávuna.

Fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður góð. Við slagorðunum: ”Tað snýr seg ikki um at vera stuttligur, tað snýr seg um at hava tað stuttligt”, verður lagt til brots 10. apríl kl. 20.20 í Løkshøll. Møguleiki er at keypa atgongumerkini á www.loksholl.fo.

Líknandi tíðindi