Felagið

Brøndby Cup: U-15 tapti móti Kolding í dag

U-15 liðið tapti 1-0 móti Kolding. Úrslitið gav ikki eina rættvísa mynd av dystinum, tí tað vóru í veruleikunum føroyingarnir sum høvdu teir stóru málmøguleikarnar, men megnaðu ikki at skorað.

Venjarnir Eli og Mathias, høvdu valt at geva teimum leikarum, sum ikki hava spælt so nógv, møguleikan at vísa sínar dygdir frá leikbyrjan.

Tað gekk nokk so javnt á í fyrra hálvleki. Fyrsta korterið høvdu Kolding eina lítla leikyvirvág. Sum dystur leið fingu Føroyar eitt greitt yvirtak. Meinhard sum í fyrra hálvleki spældi á høgra kanti rakti bóltin í stólpan men tíverri fylgdi eingin returinum upp. Føroyar hevði eisini eina røð av hornaspørkum men einki mál spurdist burturúr.

Hálvleiksstøðan var 0-0.

Í hálvleikinum valdu venjarnir at gera nakrar skiftingar. Hetta skapti meira ferð á og Føroyar spældi seg til fleiri upplagdar málmøguleikar men neyvlekin frammanfyri málinum var tíverri ikki til steðar í dag. Antin fóru skotini uppum, við síðuna av ella bjargaði Kolding málverjin.

So hendi tað sum ofta er tá eitt lið ikki tekur av møguleikanum tá høvið býðst, at Kolding fer í mótálop og skorar til 1-0. Fyri okkum áskoðarum at síggja til luktaði málið av rangstøðu, men tað metti dómarin ikki. Leiðslumálið til Kolding, gjørdi at Føroyar legði enn meira trýst á Kolding verjuna, men framvegis uttan at okkara dreingir megnaðu at skora. Kolding liðið gav sær góða tíð og hetta resulteraði at onkur av leikarunum hjá teimum fekk gult kort fyri drál.

Einki mál kom afturat og tí endaði dysturin 1-0 til Kolding.

Føroysku leikararnir vóru sum vera man keddir eftir dystin, tí teir føldu seg at hava uppiborið at vunnið dystin, tí lekliga yvirvágin var stór og málmøguleikarni nógvir.

Í morgin spæla Føroyar seinasta dystin í Brøndby Cup 2011. Dysturin verdur kl 12.50 móti B93.

Hagtøl: U-15 vs Kolding 0-1 (0-0)

Liðið. Hjalti, Jákup, Bartal, Høgni, Jákup A., Ari, Betuel, Ari, Erlendur, Meinhard og Jákup T.

Í seinna hálvleiki komu Esmar, Hilmar Leon, Rói, Sunvard og Absalon inn

Líknandi tíðindi