Europa Leauge: NSÍ-Gefle IF 0-2

NSÍ spældi í gjárkvøldið Europa League fótbólt á ovara vølli í Gundadali. Mótstøðuliðið var  Gefle IF, sum spælir í bestu svensku deildini.

Vónirnar til dystin vóru góðar.  Allir spælarar vóru tøkir, og byrjunar uppstillingin var tann sama sum hon hevur verið flestu dystirnar hjá okkum í ár. Klæmint og Christian Høgni í álopinum, Jann Ingi og Jústinus mitt á miðjuni og Jann Martin og Heðin úti í síðunum. Í verjuni Jónhard, Jóhan, Jens, Einar og Gango í málinum.

Fyrsta korteri av dystinum spældu okkara menn sera væl, og vóru faktiskt tað betra liðið. Hettar gav okkum eisini fleiri góðar møguleikar at fáa mál.

Í fimta minutti fáa vit fríspark nakað uttanfyri brotsteigin í vinstru síðu. Einar tekur frísparkið og rakar Heðin, sum fær lagt bóltin fyri føturnar á Christiani Høgna, sum smekkar til, men skotið verður blokera í síðstu løtu.

Løtu seinni fara okkara menn í álop, Jústinus, Jann Martin og Jónhard spæla væl ímillum sín frameftir í høgru síðu. Tað endar við, at Jónhard kemur heilt aftur til baklinjuna og leggur ein góðan bólt eftir jørð inn til Christian Høgna, sum ikki rættuliga fær skot á bóltin, men eitt sera gott álop.

Ein minutt seinni hevur NSÍ aftur eitt gott álop í høgru síðu, sum eisini endar við at Jónhard fær lagt innfyri, hesaferð ein høgan bólt, men svenski málmaðurin fær tikið bóltin niður beint frammanfyri Heðini, sum bara kundi sett høvdi á.

Eftir teir fyrstu 15 min. kom Gefle meira inn í dystin og tóku spakuliga yvir. Men hettar komst tó ikki av, at teir endiliga spældu so væl, men heldur tí at vit gjørdu ov nógvar feilir, og mistu bóltin alt ov lætt.

Næstu løtuna høvdu sviar so nakrar naskar møguleikar, sum so í 33 minutti gav mál. Okkara verja sendir ein bólt fram eftir og rakar beint í ein Gelfe leikara, sum ger skjótt av og kontrar. Alexander Gerndt setur ferð á og rennur hálvan vøllin, einsamallur við Gango er hann tryggur og setur bóltin í málið til 0-1. Her saknaði man, at onkur steðgaði honum áðrenn hann kom inn í okkara brotsteig.

Eftir hetta komu okkara menn meiri við í dystin aftur. Í 43 min. var um reppið at vit fingu mál. Eftir eitt sera gott álop aftur í høgru síðu fingu vit horna, Heðin verður settur at skjóta. Bólturin kemur væl innfyri, men verður skallaður útfrá har ið Jústinus stendur væl fyri og langar til. Bólturin brestur uppundir tvørtræðið og niður í vøllin, men linjuverjin metti ikki at bólturin var innanfyri strikuna. Hettar líktist heilt nógv støðuni hjá Onglandi, tá ið skotið frá Frank Lampard ikki heldur gav mál, hesaferð var linjuverjin tó væl betri plaseraður.

Um fyrra hálvleik er at siga, at okkara menn byrjaðu væl og høvdu fleiri góð álop, serliga í høgru síðu, men eftir 20 min. tekur Gefle yvir. Seinastu 10 min. koma vit tó við aftur í dystin og eru millimetrar frá at javna.

Vit byrja seinna hálvleik við einum góðum skotið uppá mál. Jónhard leggur ein langan bólt fram til Christian Høgna, sum temur hann væl og smekkar til úr eini 20-25 metrum, men málverjin bjargar væl.

Annars var seinni hálvleikur merktur av at vit royndu at byggja álop upp, men tá ið vit komu fram til síðsta triðingin av vøllinum gjørdu vit feilir og mistu bóltin sum oftast. Hettar var eisini tað sum førdi til seinna málið hjá Gefle, tá ið 59 min. vóru leiktir. Vit høvdu flutt alt liðið upp í álop og missa bóltin heilt frammi, sviar gera síðani skjótt av og kontra, sum endar við, at Alexander Gerndt gerst púra einsamallur við Gango og skorar til 0-2.

Í 60 min. fer Heðin út og Karoly kemur inn. Liðið verður umskipað eitt sindur við at Klæmint fer út í høgru síðu og Karoly leikar sum fremsti maður í álopinum. Gongdin var tó tann sama, vit missa bóltin ov lætt.

Men í 76 min. hava vit tó ein góðan møguleika eftir eitt gott NSÍ álop spælir Christian Høgni bóltin til Karoly, sum við einum góðum skoti er um at fáa mál.

Í 78 min. fara Klæmint og Jann Martin út og inn koma Debes og Erland.

Síðstu løtuna av dystinum hevur Gefle onkrar møguleikar sum kundu givið mál um teir vóru nóg neyvir, men tíbetur fyri okkum so fingu teir einki mál aftrat, og dysturin endaði við støðuni 0-2.

Fyri at taka samanum má sigast, at hetta svenska liðið als ikki var so sterkt. Í løtum spældu vit fult uppímóti teimum, men av einari ella aðrari orsøk eru vit ikki nóg neyvir og kanska eitt sindur ótolnir og tapa vit tí dystin.

Annar vóru fleiri leikarar sum spældu væl t.d. Christian Høgni á álopinum, Jústinus og Jann Ingi arbeiddu væl á miðvøllinum eins og Jónhard spældi væl á høgra bakkinum.

Seinni dysturin verður leiktur á Råsunda stadion í Stockhólmi næsta hósdag kl. 19:00.

NSÍ – Gefle IF 0-2 (0-1)

0-1   33 min. Alexander Gerndt

0-2   59 min. Alexander Gerndt

Liðið: András Gango, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen,  Jónhard Frederikberg, Einar T. Hansen, Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jann Martin Mortensen(78 min. Debes Danielsen) , Heðin á Lakjuni(60 min. Karoly Potemkin), Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen(78 min. Erland B. Danielsen).

Á beinkinum uttan at koma inn: Viggo Hansen, Per Langaard og Kristian Joensen.

Dystarfrágreiðingina hevur Marnar Pattinson skrivað.

Líknandi tíðindi